Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will
Tiltøk

Veðurstovan: Nú eru slakir tveir tímar, til mánin fer at leggja seg fyri sólina. Vit á Veðurstovuni hava lýst við einum tiltaki, har vit kunnu síggja ta partvísu sólarmyrkingina saman.

Myndin omanfyri vísir, hvussu skýloftið av Viðareiði og vestureftir var fyri løtu síðan. Eingin vissa er, at okkurt ikki broytist í skýloftinum næstu 2 tímarnar, men sannlíkindi eru størri enn nógvar aðrastaðir.

Í Klaksvík ætlaðu vit niðan á Háls at hyggja, tí har er einki fjall fyri. Tað er rætt, men har svart í mjørka, og tað sæst illa bara at koyra við bili niðan.

Tí fara vit heldur til Viðareiðis at hyggja. Tit kunnu samanbera myndirnar sjálvi. Báðar tiknar fyri løtu síðan.

Einki er vist her í verð, serliga tá ið tað hevur við veðrið at gera. Skýloftið kann broytast báðar vegir, men sannlíkindi er ið hvussu so er betri, at okkurt sæst á Viðareiði heldur enn í Klaksvík.

Vit standa heimi á Bakka – t.e. nær við kirkjuna – eitt sindur áðrenn klokkan 18.Havi keypt nakrar brillur, sum tit kunnu læna. Eisini nakrar kannur við kaffi og okkurt søtt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #