Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Oasan bjóðar til eina øðrvísi online-gudstænastu sunnumorgunin 10. januar kl. 11,00.

Aðrar persónar, ið vita nakað søguligt og ymiskt nútíðarligt um Hoyvík, koma eisini at hava fyrilestrar

Nýggjársnevndin í Runavík skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi. Byrjað verður hesaferð á miðnátt

Í dag byrjar Jobmatch á netinum. Vegna korona er Norðurlandahúsið skift út við ein nýskapandi talgildan pall

- Mælt verður til, at ongar gudstænastur verða í kirkjunum jóladag, 2. jóladag, jólasunnudag, gamlaársdag og nýggjársdag

- Vit ynska at geva fólki møguleikan at koma saman um tað sum jólini snúgva seg um. Tá tað ikki ber til at savnast í kirkjum okkara, ja so fara vit út undir Guds opna himmal at savnast við frástøðu

Mánadagin 21/12 kl. 17 verður bókmentagongutúrur í sambandi við jólakalendaran í "Svørtu talvu í Norðragøtu"

Sunnukvøldið kl. 20 verður konsert við Siloakórinum stroymd úr Siloa í Fuglafirði

Eysturoyartunnilin verður leygardagin hátíðarhildin við einum braki á miðjum Skálafirði. Bátar, skrýddir við ljósperum, savnast á fjørðinum kl. 18:00 – nakrir teirra fara eisini at fylgja jólaskipinum úr Runavík

Í samband við at Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin 19. desember 2020, bjóðar Nes kommunu øllum til eitt Drive In tunnilstiltak á havnarlagnum á Toftum

So hendi tað aftur. Korona. Hetta merkir tíverri, at frá 15. desember til og við 26. desember eru øll tiltøk avlýst

3. sunnudag í advent verður lestrarløta í Vágs Kirkju, har serligur dentur er á at løtan eisini er í barnahædd

Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá Námi við filminum "Havið er eitt mysterium".

Skipari og manning umborð á jólaskipinum boða frá, at tey koma til Runavíkar leygardagin 12. desember kl. 16.30. Jólaskipið leggur at við bátahylin

Kórið framførur nýggjar og gamlar jólasangir, og tey, sum áður hava verið til konsertir hjá kórinum, vita at kórið altíð ger sera nógv burtur úr jólakonsertunum

Í sambandið við tiltakið “Advent í høvuðsstaðnum”, har hvør kirkja í høvuðsstaðnum er partur av einum jólakalendara, verður ein hugnalig løta í Hoyvíkar kirkju mikudagin 9. desember kl. 17

Í kvøld kl. 20 bjóðar KFS til samrøðu og Q&A við Tom Holland um spurningin “Broytti kristna trúgvin heimin til tað betra?” Tí í hansara eygum broytti kristna trúgvin heimin

- Fjølbroytt jólakonsert verður í Haldórsvíkar kirkju leygardagin 12. desember 17:00

Valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum hjá samgonguflokkunum hava boðið formonnunum í samgonguflokkunum og samgongulimum á fund í Klaksvík týsdagin

Hundaeigarar kunnu av sonnum gleða seg. Leygardagin 5. desembur klokkan 14 letur Hundatrøðin við Óðinshædd upp

Í dag er dagur teirra, ið bera brek, og í ár verður ljós varpað á týdningin av sjálvbodnum arbeiði. Í hesum sambandi verður tiltak í MEGD-húsinum frá kl. 19, sum verður stroymt umvegis heimasíðuna megd.fo

Í kvøld kl. 20 bjóðar KFS til online-fyrilestur og Q&A við Glynn Harrison um spurningin “Er tað ósunt sálarliga at trúgva á Gud?”

Samskipari av holocaust degnum er Ólavur í Geil. Fyri Nám og Amnesty International fer hann at samskipa dagin, sum í 2021 er 27. januar

Elin Brimheim Heinesen fer at framføra sangin ”Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum pápi hennara, Jens Pauli Heinesen, hevur yrkt, og sum Elin sjálv hevur gjørt lagið til

Næsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes verður 2. december kl. 14 á Bátasavninum í Leirvík

Nakrar broytingar eru í jólaskránni í ár orsakað av Covid19. Nøkur tiltøk eru tillagað, meðan onnur eru avlýst

Komandi dagarnar verður skipað fyri seks jólahaldum í kommununi

Kærleikskúlan 2020 verður avdúkað í Listasavn Føroya fríggjadagin 27. november kl. 10.00

Í meira enn 25 ár hevur Dansk-Rumenska missiónin, Rescue Mission, rikið evangeliskt missiónsarbeiði í fleiri rumenskum fongslum

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 27. november 2020 kl. 17.00. Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur, heldur røðu

Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn, sum plagar at vera í Plantasjuni í Havn fyrsta sunnudag í advent, er hesaferð avlýstur, tí tað sampakkar illa við koronatilmælini at hava tiltakið nú

- Eini hús standa uppá spæl

Av koronustøðuni er avgerð tikin um ikki at hava árligu Bach í kertuljósi konsertina í Kirkjubø í december í ár

Rebecca McLaughlin, PhD og rithøvundur heldur, at kristna trúgvin upp gjøgnum søguna er tann rørslan, ið hevur havt størst ávirkan á kvinnurættindi

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2020

Av koronu verður einki tiltak á Vaglinum í ár í sambandi við, at jólatræið verður tendrað, tó verður nógv annað á skránni, tá træið er tendrað

Sunnudagin 22. november kl. 16 hevur Stanley Samuelsen konsert í Hoyvíkar kirkju

Hólmahúsið á Eiði verður karmur um sangløtur leygardagin og sunnudagin 21-22 november. Tað er Svenning av Lofti, ið skipar fyri hesum tiltaki og fer at bera fram ein boðskap

Dr. Hans Kluge, evropeiskur stjóri fyri WHO, Dr. Pál Weihe, yvirlækni, professari og ráðgevi, og Lasse Ilkka, lækni, fara at hava framløgur og seta karmin fyri kjakinum

Føroyskar fyritøkur og einstaklingar hava verið djúpt í lummanum í kvøld

Árliga Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya verður í kvøld send sum beinleiðis sjónvarpssending úr Norðurlandahúsinum

- Tað góða við talgilda leistinum er, at skjalasavnsdagurin ikki verður bundin av tíð ella staði, og øll kunnu vera við, tá tey vilja, siga fyrireikararnir

Diabetesfelagið bjóðar til almennan fund í auluni í Finsen leygardagin 14. november klokkan 15 undir heitinum: Sjúkrarøktarfrøðingurin sum kjarnin í diabetesviðgerð

Hæddarpunktið á árinum hjá bókavinum byrjar skjótt, men í ár verða Bókadagar eitt sindur øðrvísi enn onnur ár

- Endamálið við Nýskapan í ferðavinnuni er at eggja íverksetarar til nýhugsan á ferðavinnuøkinum og at stuðla menningini av fyritøkum

Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar til spennandi fyrilestrar og pallborðsorðaskifti um grøna orkuskiftið

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður sunnudagin 8.november kl. 16.00 í Havnar kirkju

Etiska ráðið skipar sunnudagin 8. november 2020 kl. 14.30 til 17.00 fyri almennum kjakfundi á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Endamálið við tiltakinum er menna kjakið um etiskar spurningar

Minningarhald eru í nógvum bygdum kring landið. Í ár er ongin deyður á sjónum

Fýra fólk fara eftir tørni at hava hvør sína stutta røðu, har tey leggja fram úrslit frá gransking og grundgeva fyri, hví hendan granskingin er umráðandi