40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ó skipar saman við BankNordik fyri tiltakinum “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa”, ið verður í Spaniastovu í kvøld kl.19.00 og í BankNordik høvuðssætinum 2. august kl. 19.00

Her er stóra og sera spennandi skráin fyri Ovastevnuna, sum byrjar nú fríggjamorgunin og varar líka til mánakvøldið

Evangelsika Røddin fer aftur í ár at netvarpa frá útifundunum uttanfyri Ebenezer

Í kvøld – fríggjakvøldið 27. juli kl. 21.00 – verður serstøk sangløta í Ebenezer, har nakrir av kendastu sangarum okkara fara at syngja

Á hesi síðuni fært tú alt at vita um ólavsøkuna 2018. Her eru allir hentir upplýsingar - her er skrá, nær bussarnir koyra og meira um ferðsluna í miðbýnum á tjóðhátíð okkara

Vinafelagið Føroyar- Ísrael hevur aftur í ár opið hús í Sloans húsum á Ólavsøku. Báðar dagarnar verður opið millum kl. 15.00 - 20.00

Dagin fyri ólavsøkuaftan verður orgulkonsert í Havnar kirkju við enska urguleikaranum Richard Brasier

Konsertin er í Kvívíkar kirkju, leygardagin. 21. juli kl 17:00

Beint fyri ólavsøku, hóskvøldið 26. juli, fer íslendski professarin Torfi Tulinius, sum hevur íslendskar miðaldarbókmentir sum sergrein, at halda fyrilestur um Føroyingasøgu við serligum denti á Gøtutrónd

Leygardagin verður matiné við sangara og guitarleikara Guðrið Hansdóttir

Laksatorgið verður í ár flutt oman á havnarlagið við bátahylin á parkeringsøkinum uttanfyri Faroe Origin, sigur Runavíkar kommuna

Mentanarnáttin, ið varð avlýst á Tvøroyri 6. juli, er nú lýst at vera komandi fríggjadag, og luttekur savnið í gamla pakkhúsinum á havnalagnum við fjølbroyttari skrá

Leygardagin 14. juli er Bastilledagur – tað er tjóðardagur Fraklands. Móttøka verður millum kl. 15 og 17 í franska konsulátinum

Matiné'in við Ragnari Olsen, sum skuldi verða í morgin í Havnar kirkju er tíverri avlýst av sjúku

Leygarmorgunin, 14. juli kl. 11:00 verður G!festivalgudstænasta við altargongd. Gudstænastan verður hildin í Fjósinum í Syðrugøtu

Í døgunum 17. til 21. juli verður skótalega fyri smátjóðir í Evropa á skótadeplinum á Selatrað

Fyri 9. ferð, fer LGBT Føroyar at hátíðarhalda ymiskleikan í Føroyum við árliga tiltakinum ”Faroe Pride”

Hásummar er, og vit fegnast um veitslur, stevnur og festivalar. Fyri summi merkja summar og hugni vín, øl og aðrir drykkir. Tíverri eru tað tey, ið gloyma at lata bilin standa, tá tey hava smakkað sær á

Árliga tiltakið FT GameJam verður bæði størri, betri og stuttligari í mun til undanfarin ár, tá tað fer av bakkastokki 28. september í ár

Í dag mikudagin klokkan 17.00-19.30 verður tiltak í Norðagøtu í nýggja Býráðshúsinum hjá Eysturkommunu við fleirtjóða list, framløgum og bókmentum

8. juli klokkan 15 fer Ólavsøkukórið at hava sína fyrstu venjing í Læraraskúlahøllini í Havn

Her er endaliga skráin til Føroya Regatta, sum verður dagarnar frá 6. til 08. juli. Sluppirnar hittast í Vestmanna og koma á Havnina leygardagin

Komandi fríggjadag er mentanarnátt á Tvøroyri, og tá verður ymiskt áhugavert á skrá í Pakkhús 5

Um tú hevur eitt tiltak, sum tú vilt hava skal standa í ólavsøkuskránni, so er seinasta freist at boða frá nú mánadagin 2. juli

Hósdagin 23. august verður nýggja Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum karmur um kappingina Creative Business Cup Føroyar, ið er ein kapping millum føroyskar íverksetarar

Sunnudagin 1. juli er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum

Sunnudagin vitjar ferðamannaskipið Seabourn Quest í Runavík fyri fyrstu ferð

Fríggjadagin kl 15.30 er kórið at hoyra á Trappuni í Vágsbotni í Havn í samband við at dysturin hjá Íslandi verður vístur.

Kunnandi fundur um kappingina verður í Posthúskjallaranum mikudagin 27. juni 2018, kl. 19

Í annaðkvøld kl. 21.00 skipar Tórshavnar kommuna fyri árliga tiltakinum Summarsólstøður í Sandagerði

Hóskvøldið á Jóansøku, verður serligt hugnaligt heilsu- og rørslutiltak fyriskipað í Vági

Mikukvøldið 20. juni kl. 19 fer Sámal Petersen, violin, at spæla solokonsert í Hoyvíkar kirkju. Á skránni verða verk eftir J. S. Bach, Trónd Bogason og Kára Bæk

Sunnudagin, 17. juni kl. 17 hevur Kirkjukórið Ljómur summarkonsert í Vágs kirkju. Á skránni eru føroyskir, norðurlendskir, enskir og týskir sálmar og sangir

Í dag seinnapartin kl. 16 verður konsert á Perlutorginum

Í dag kl. 16 skipa íslendingar fyri móttøku í Vágsbotni, har teir bjóða íslendskan mat. Eisini fer Kristján Kristjónsson - KK - at syngja á móttøkuni

Kunnandi fundur um tillagingar til veðurlagsbroytingar við serligum denti á kommunala økið verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í dag 6. Juni kl. 13-15

Ólavur Hátún er ein stigtakari til eitt átak í Kirkjubø sunnudagin komandi, har umboð fyri landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar eru boðin til konsert í Múrinum

Fríggjakvøldið 8. juni fer Frítt Val at hava stovnandi aðalfund í Perluni í Havn. Hurðarnar lata upp kl. 19:30

Tey í Tilhaldinum fara at taka forskot uppá Countryfestivalin við einum hugnakvøldi í Sørvági mikukvøldið 13. juni

Skeiðið fær framúrskarandi eftirmetingar frá luttakarunum. Nøkur pláss eru eftir! Fyri leiðarar, innkeyparar, sølufólk, politikarar o.o.

Endamálið við túrinum er at geva hjartasjúklingum og makum eitt høvi til at hittast og tosa við onnur í somu støðu, samstundis sum ein rørir seg, fær fríska luft og kann njóta vøkru náttúruna

Eingin mentanarnátt uttan tjóðardans føroyinga - komið og hátíðarhaldið elligomlu dansimentan okkara

Sunnukvøldið 3. juni kl. 19 verður sangløta við Betesdakórinum í Betesda. Á skránni verður nógvur kórsangur, felagssangur og stuttur boðskapur

Í samband við vitjanina í Føroyum fer Rahel Maren Borrman, ph.d.-lesandi úr Týsklandi, at halda gestafyrilestur í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15, stovu U407, friggjadagin tann 1. juni kl. 11.00

Klokkan 21 verður ungdómsguðstænasta í Havnar kirkju, har nógvur sangur verður á skránni

Arbeiðir tú við bókhaldið í Navision? Kom og lær at gagnnýta skipanina til fullnar. Seinast var útselt! Tilmelding á synergi.fo

Bert 1 pláss er eftir til Excel fyri byrjarar. Tekning nú á synergi.fo

Byrjanin til at tað almenna fór at standa fyri strandfarasigling var at landið yvirtók Smiril frá Mortensensmonnunum á Tvøroyri

Mentanarnáttin 2018 verður nú fríggjakvøldið 1. juni við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Skráin sæst HER

Verkstova við virðislønta undirvísarinum og høvundanum Anette Prehn um Heilasmartan Pedagogikk, verður 8. juni. Tekning á synergi.fo