Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nú jólini nærkast og nógv er at eta og hugnin er í hásæti, so er eisini umráðandi at fáa eitt sindur av frískari luft og nakað av rørslu

Í morgin verður skipað fyri samhugatiltaki fyri Aleppo á Speaker's corner, uttanfyri Løgtingið. Fyriskiparar av tiltakinum eru Huxa, Ungmannafelagið Samband, Sosialistisk Ung, Ungt Sjálvstýri, Unga Tjóðveldið og Framsøkin Ung

 

Í annaðkvøld - sunnudagin hin 18. desembur - verður ein serlig guðstænasta í Viðareiðis kirkju kl. 20.00, ið ber heitið "Teir sjey lestrarnir"

Í morgin, sunnudagin, 18. desember kl. 17, verður aftur sangløta við felagssangi í Siloa í Fuglafirði

Í hesum døgum fer Dreingjakórið undir Brúnni at syngja ymsastaðni í Høvuðsstaðnum. Tvey gentukór Aloe (yngri gentur) og Kassia (eldri gentur) vera eisini við sum gestir

Hvirlan skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00 við at fólk flokka seg til ymsu ruturnar. Tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding. Hvirlan vil í ár stuðla “Í menniskjum góður tokki”, og peningurin fer óskerdur til “Í menniskjum góður tokki”

Fríggjamorgunin 16. Desember 2016 kl. 09 verður vinnarin av kappingini um at byggja nýggja langhylin í Gundadali avdúkaður í Svimjihøllini í Gundadali

Føroyska Jensina Olsen hevur sett á stovn eina innsamling til frama fyri krígsoffrini í Sýria

Hátíðarhaldi í Trongisvági í morgin í samband við at 100 eru liðin, síðan Rasmus Effersøe andaðist

Jólakonsert verður í dag mikudag 14. desember kl.17.00 í miðhøllini í Skúlanum við Streymin. Næmingar hjá tónleikaskúlanum Norðljómi fara at spæla klarinet, messing, tvørfloytu, gittar og klaver

Barnagudstænasta í Hoyvíkar kirkju, Eldraguðstænasta í Hoyvíkar kirkja og Sangløta í Miðvágs kirkju

Leygardagin tann 17. desember 2016 koyrir Jólabrandbilurin hjá Runavíkar kommunu runt við pakkum til børnini.

Nú ber til at ogna sær atgongumerki til countryfestivalin á heimasíðini www.country.fo

Jólini eru fyri mong ein hugnalig tíð, har vit hava høvi at hvíla okkum og at vera saman. Men jólini er eisini ein tíð, har mong kenna sorg og sakn. Tey, sum kveikja góðar kenslur og góð minni í einum, eru ikki her longur

Seinasta tiltakið "Lovsangur í Vágum" verður í kvøld kl. 20 og verður í Musikkskúlanum í Sørvági.

Konsertir hósdagin 15. des. við klarinettspælarum frá Tórshavnar Musikkskúla og mánadagin 19. des. við Dreingjakóriðnum undir Brúnni

Týskvøldið hin 13. desembur verður ein jólasangløta í Hvannnasunds kirkju. Nógvur sangur verður á skránni, og millum annað fer Rikka Askham Justesen at syngja. Talvan gongur fyri "Í menniskjum góður tokki"

Mikukvøldið kl. 19 hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags bókarframløga á bókasavninum í Sørvági. Bókin, ið verður løgd fram, er So normal og tó ikki. Høvundurin er Birita Michelsen úr Sørvági

Mikudagin 14. desember kl. 14 verður hin árliga eldraguðstænastan í Hoyvíkar kirkju. Guðstænastan er vorðin eitt afturvendandi tiltak. Røktarheim, ellisheim og stovnar í kommununi plaga at vera trúføst at møta upp til hesa jólaguðstænastuna

Fríggjadagin tann16. desember verður jóladøgurði fyri børnunum kl. 12 og henda sama dag, frá kl. 15.30 til 17.00, verður jólahugni fyri foreldrum og systkjum. jólahugnin verður uttandura, so tað ræður um at verða væl klæddur

Í dag verður eitt stórt jólatiltak hildið í Bø, sum byrjar kl. 13 við at Barnakórið í Sørvági syngur. Har vera tiltøk í einum veruligum "jólafjósi" við livandi djórum umframt onnur tiltøk. Í stóra tiltakinum í dag luttaka eisini Signar í Homrum og Sørvágs Tónleikarafelag

í sambandi við at Hósvíkar kirkja verður vígd og tikin í nýtslu aftur verður hátíðargudstænasta 3. sunnudag í advent 11. desember 2016 kl. 11.00. Jógvan Fríðriksson, biskupur, vígir, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, prædika

Í morgin verður barnagudstænasta í Argja kirkju 11.00. Bergur D. Joensen hevur gudstænastuna. Børn ganga Lucia og Absalon Áargarð, sum hevur nógvar royndir at samskifta við børn, luttekur

Leygardagin 10.desember verður jólasøla í hugnaligu húsunum hjá Magninu og Rasmusi í Streymnesi. Tað eru nakrar kvinnur í Hvalvík og Streymnesi sum skipa fyri. Allur peningurin sum kemur inn fer til nýggja kirkjuhúsið, sum ætlanin er at byggja í Hvalvík

Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu kirkju ungdómskór syngur jólini inn, verður nú sunnudagin 11. desember kl. 19.00 í Gøtu kirkju

Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, heldur fyrilestur um jólahald fyrr í tíðini. Fyrilesturin verður í Vektarbúðini í Johnsa handli, mikukvøldið 14. desember kl. 19.

Leygardagin 10. desember skipar Norrøna Felagið saman við norðurlendingum í Føroyum fyri eini hugnaløtu í Reinsarínum. Tiltakið er ókeypis og er frá kl 11.00 til 15.00

Í dag fer eitt Jólaorkestur sum er samansett við næmingum hjá Nes sóknar musikkskúla og Norðljómi at spæla jólatónleik í Mentunarhøllini á Eiði

Leygardagin 28 Januar 2017 er 'Istølt Frederikshavn' aftur á skrá. Ein av høvuðsfyriskiparunum til kappingina, er Jóanis í Hoygarðinum

Leygardagin fara Kristiliga Sangkórið og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni at hava konsert í Dómkirkjuni í Havn og sunnudagin í Fríðrikskirkjuni á Toftum

Fríggjadagin 9. desember kl. 10.30 verður donsk jóla- og orlogsguðstænasta í Havnar kirkju. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, prædikar. Guðrun Sólja Jacobsen syngur

Á skrá eru kendir og minni kendir føroyskir og útlendskir jólasangir, sum kórini syngja saman og hvørt sær. Vit kunnu lova tykkum, sum koma at lurta, eina fjølbroytta konsert

Seinastu árini hevur verið siður at sungið jólini inn í Kelduni 23. desembur. Eins og undanfarin ár verða jólini sungin inn tollaksmessukvøld kl. 21

Sunnudagin 11. des. kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Bæði kendir jólasálmar og nýggir úr sálmabókaískoytinum verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av

Jólaskipið kemur á Havnina 10. desember, og tá eru hesir vegir stongdir frá kl. 14.00 til kl. 17.00. Tórsgøta, Mylnugøta, Vágsbotnur, undir Bryggjubakka og Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið

Javnagudstænasta í Sørvágs kirkju 8. desember kl. 20

Sunnudagin, 11. desember kl. 16.00, verður jólakonsert á Báta- og Listasavninum í Leirvík við Moniku Stauss og Ólavi Jakobsen

Fríða Berg og Bárður Dal Christiansen bjóða til framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, 10. - 13. desember

Altjóða mannarættindadagur er 10. desembur, í hesum sambandið bjóðar Amnesti fólki at skriva brøv, sum kunnu bjarga lívinum hjá samvitskufangum og øðrum

Í næstum gevur Keldan út nýggja fløguna hjá bólkinum Marstin and the Revelators. Fløgan ber heitið “Reach for the heights“. Á fløguni eru 9 løg, sum Martin í Grund hevur skrivað

Nú mikukvøldið verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju til frama fyri "Í menniskjum góður tokki". Tað eru tey fýra kórini, Dropar, Ung stjørnuskot, Xperiment og Morgunkórið, sum fara at framføra

Jólakonsert við barnakóri, hornorkestri og sangkóri í Vestmanna mikukvøldið

Tað hevur veirð so lýtt, at leingi hevur verið at bíða. Men nú er avgjørt, at skoytuvøllurin á Vaglinum letur upp nú seinnapartin kl. 14

Alt frá barnaárunum dámdi Jón Eiriki at sita við blíantinum og tekna, serliga vóru tað ymisk andlit úr gerandisdegnum og úr hansara nærumhvørvi, sum upptóku hann

Nøkur av teimum fráboðaðu jólatiltøkunum kring landið í dag, sunnudagin hin 4. desember

Í morgin, sunnudagin 4. desember, er árliga føroyska jólagudstænastan í Oslo. Gudstænastan byrjar klokkan 16 og verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church, Møllergata 30

Tilhaldið skipar fyri stórari jólahugnaløtu á Reinsarínum týsdagin

Í morgin, leygardagin 3. desember, kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum, Barnajól

Sunnukvøldið 4. desember 2016, klokkan 19.30, verður árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni. Kórleiðarar eru Bjarni Restorff og Kári Bæk

Mánakvøldið, 5. desembur kl 20:00 verður jólakonsert við Morgunkórinum, undir leiðslu av Sigrið Sivertsen, í Kollafjarðar kirkju. Eftir konsertina verður møguleiki at geva eina gávu til 'Í Menniskjum Góður Tokki'