Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hetta er heitið á almennum fyrilestri, sum verður mikukvøldið 8. februar kl. 19.30 í Hoyvíkar kirkju í sambandi við Reformatiónsárið 2017

Veljarakanningarnar søgdu eitt, men valúrslitið segði nakað annað. Clinton vann ikki á Trump, bretar vóru ikki verandi í ES, og Edmund Joensen var ikki valdur á Fólkating, sum veljarakanningarnar annars greitt vístu

Í hálvársskránni hjá Hvistuni stendur Porkeri nú fyri tørni, har vitjað verður nú komandi leygardag og byrjar tiltakið kl. 11.00 við Húsið við Á

Í kvøld, sunnukvøldið 5. februar, vitjar Óli Jacobsen í Berøa, har hann fer at siga søguna um forvitnisliga trúboðara- og rannsóknararbeiði hjá Dollanum í Kongo fyrst í 1900-talinum

Í sambandi við at Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, vitjar Sjómansheimið Ørkin verða hugnaløta og møti

Nýggi Ungdómsbankin hjá BankNordik bjóðar til ókeypis konsert við Mariusi Ziska og Allan Tausen fríggjakvøldið 10. februar kl. 20

Leygarkvøldið 4. februar 2017 verður ein stuðulskonsert til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Hoyvíkar Kirkju, har gospelkórið Adtineo umframt Jens Lisberg v/bólki fara at framføra

- Excel er gott at duga og lætt at læra. Nýtt skeið fyri byrjarar verður 14. og 15. februar. Fleiri pláss eru longu farin. Tekning nú

Í sambandi við økta áhugan hava føroyingar, kinesarar, føroyskir kinavinir og kinesiskir føroyavinir tosað um at seta eitt føroyskt-kinesiskt vinafelag - Kinavinir - á stovn í Føroyum

Freista Føroyar teg, og hugsar tú um at flyta heim? Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Setrið og Landssjúkrahúsið bjóða aftur í ár øllum útisetum til Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Í ár verður Vinnuhúsið harumframt eisini við

Í kalendaranum stendur 27. januar sum “Altjóða dagur til minnis um Holocaust”. Eisini her í Føroyum er hesin dagur vorðin minnisdagur um fólkadráp og Holocaust

Innsavnaði peningurin hjá Team Rynkeby Føroyar er higartil farin til at hjálpa børnum við krabba og familjum teirra, men frá í ár verður gjørd tann broyting, at nú verður peningur eisini latin til børn við lívshættisligari lunga og hjartasjúku

Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 90 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Men pengar skulu til

Eggjarnar, sum eru vestan til, og liggja í umleið 200 metrar hædd, er sera náttúru vakurt øki. Og komandi leygardag verður túrur gjørdur av Tríkantinum í Vági (við Sandin) og niðan á Eggjarnar

Áhugaverd verkstova við virðislønta undirvísarinum og høvundanum Anette Prehn um Heilasmartan Pedagogikk, verður 24. mars. Tekning nú á synergi.fo

 

- Kom og lær at gera lekrar fotobøkur uppá eitt kvøld. So øll fáa gleði av myndunum. Í telduni eru tær bæði goymdar og gloymdar. Fá pláss eftir 12!

 

Missiónsvika í Leirvík frá 15. - 22. januar 2017. Evni fyri missiónsvikuna er synd og náði

Í annaðkvøld, sunnukvøldið 15. január kl. 18, verður aftur sangløta við felagssangi í Siloa í Fuglafirði

“Eftir bara 3 tímum, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!" Aksel Højgaard, luttakari

Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár skipar fyri afturvendandi tiltakinum, Vetrarljós. Stórt hugnaligt tiltak verður í miðbýnum leygardagin 4. februar

Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvið at gista í eina til tvær vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi

Nú verður Global GameJam-tiltak í Føroyum, sum gongur út upp á at savna fólk at gera telduspøl innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið

David Rodriguez hugsar nógv um matoyðsl, og tí hevur hann skrivað kandidatverkætlan um hetta sama. Í kvøld týskvøldið 10. januar kl. 17 fer hann at greiða frá matoyðsli í Tórshavnar kommunu

- Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu ein best kann veita hjálp, so er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa. Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til tiltakið Grannakaffi

- Kom og fá gongd á skrivingina og fá skriviuppgávurnar avgreiddar nú, í staðin fyri at leggja tær niðast í bunkan. Kom á skeið og lær flowskriving, sum fer at gera tað nógv lættari at avgreiða skriviuppgávurnar. Avmarkað pláss

Føroya størsta leiðsluráðstevna GLS - The Global Leadership Summit - verður nú fyri 9. ferð í Norðurlandahúsnium 13. og 14. januar. Árliga hava yvir 400 luttikið umframt at 400 ung møtast fríggjakvøldið

Ung fyri Miðflokkin skipar í kvøld kl. 20 tann 9. januar fyri einum almennum tiltaki í Perluni, ið snýr seg um hvørt rúsdrekka skal kunna koma út í handlarnar ella ikki

10. januar kl. 20.00 fer Sjúrður Hammer at greiða frá dálkingarevnum við denti á plastdálking í fugli, sum í síni PhD verkætlan tekur støði í skúgvinum í Føroyum

Árligu møtini í Buli á Signabø byrja fríggjakvøldið kl. 20. Talarar Poul Færø, Eyðfinn Reyðberg og Jákup N. Olsen

Leygardagin 14. januar kl. 15:00-16:30 verður ein opin fyrirlestur um skapandi leiðir í útbúgving til burðardygd og staðbundnar áherslur í námi (critical place based education)

Leygardagin 7. januar kl. 17 verður tónleikaløta í Havnar kirkju við heitinum "Music to Accompany Silence" (Tónleikur, sum fylgir stillheitini)

Trettanda kvøld hin 6 januar kl. 20.00 verður gudstænasta í Christianskirkjuni, Hanus á Gørðum prestur prædikar

- Hevur tú ábyrgd fyri fundum? Følir tú ofta at tíðin er burturspilt? Kom á skeið 8. februar, so tit framyvir bara hava neyðugar, góðar og vælstýrdar fundir, so øll føla, at tíðin var væl givin út. Tilmelding nú www.synergi.fo

- Sum nevndarlimur hevur tú ábyrgdina av øllum – eisini dagliga rakstrinum. Skeiðið er fyri teg, sum fæst við ella kemur at fáast við nevndararbeið. Bæði til nýggjar og royndar nevndarlimir í privatum ella almennum fyritøkum. Freistin er í dag

Á møtinum í Ebenezer mikukvøldið 4. januar kl. 20.00 vitjar Alina Luliana, sum er leiðari fyri Reyða Krossi í økinum Hunoduara í Rumenia. Alina hevur í mong ár virkað sum tulkur hjá føroyingum, sum hava ferðast í økinum við hjálp

Nýggjársaftan verður familjugudstænasta í Christianskirkjuni kl. 17.00. Hanus á Gørðum prestur fer at halda eina barnavinarliga prædiku

Á ársins seinasta degi, er tað vorðið ein afturvendandi partur at hittast til Kirkjurenning í Vági. Byrjað verður við Vágs Kirkju, og síðani fara sær ein túr til Porkeris Kirkju og aftur til Vágs

- Gev títt boð uppá eitt gott nýggjárslyfti og verð við í lutakastinum at vinna eitt skeið í at gera flottar fotobøkur. Eta minni, vitja vinir, hyggja minni í telefon, motionera...gev títt íkast

Tórshavnar kommuna er við á Jobmatch og skipar í ár eisini fyri tiltakinum JobKaffi

Á árligu Jobmatch starvstevuni hava føroyskar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar meira enn hálvthundrað størv tøk at bjóða teim vitjandi

Møtið í Ebenezer, sum skuldi vera kl 18, er avlýst

Guðstænastan í Vestmanna kirkju í kvøld kl. 17.00 er avlýst vegna veður. Guðstænasta verður í morgin, 2. jóladag kl. 11.00, har Maria Jørðdal Niclasen prædikar

Tær tørvar ikki at halda jol sjálv/ur, tí aftur í ár bjóðar KFUM & K í Klaksvík til jólahald. Hetta er fjórða árið at skipa verður fyri jólahaldinum og freistin er á miðnátt

Fyrr var 2. jólakvøld hæddarpunktið hjá tí føroyska dansinum bæði á bygd og í bý. Tá var tað soleiðis, at nakrar bygdir vóru jólabygdir og aðrar vóru nýggjársbygdir

Fyrr var 2. jólakvøld hæddarpunktið hjá tí føroyska dansinum bæði í bygd og í bý. Í ár bjóðar Tøkum Lætt øllum í almennan dans í Reinsarínum 2. Jólakvøld

Tórshavnar kommuna er aftur í ár við á Jobmatch, sum verður 29. desember í Norðurlandahúsinum

Borgarafundur verður í skúlanum í Kaldbak í dag frá kl. 17.00. Á skránni er kunning um ætlaðu havnaútbyggingina á Sundi

Mikukvøldið, 21. des. kl. 20, hava Siloakórið og SALT jólakonsert í Siloa í Fuglafirði, tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar kórinum

Ein týsdag um mánaðin fram til summarfrítíðina verður skipað fyri fundi fyri avvarðandi, sum hava maka ella barn við minnissvinni

Jólasangløta verður í Libanon í Sørvági í dag kl. 16