Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagin 31. Mai skipar Bygma Balslev fyri Handverkaramessu. Sum vanligt, verða stór tjøld sett upp norðanfyri bygningarnar í Hoyvík

- Nú fært tú høvi at hoyra kenda danska fjølmiðlamannin og sjónvarpsvertin Hans Pilgaard siga sína søgu, um hvussu hann upplivdi at gerast sjúkur av krabbameini

Dan Månsson frá Agape Danmark kemur til Føroya fyrst í juni 2024 og fer at halda tveir áhugaverdar fyrilestrar

Týskvøldið 4. Juni, frá kl. 20:00, verður borgarafundur í Roynhøllini í Hvalba fyri hvalbingar og sandvíkingar

- Tíðin er farin frá tí sokollaða ríkisfelagskapinum, sum vit kenna hann í dag. Støðan er, at vit áhaldandi møta múrum úti í heimi, sum antin forða ella avmarka okkum í at virka og luttaka fyri Føroyar og sum føroyingar

Mánakvøldið 3. juni, frá kl. 20:00, verður borgarafundur í SALT á Drelnesi. Evnið er vegleiðandi fólkaatkvøðan um samanlegging millum Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu

Hóast verkfall er, so verður árliga árliga tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag hetta vikuskiftið. Byrja verður kl 14 í dag og endar tað kl 18. Sama søgan endurtekur seg í morgin, sunnudag

- Vilt tú sleppa undan biltúrunum á brennistøðina við urtagarðsburturkasti? So lær teg at gera eitt greinahegn

Altjóða kokkakapping verður á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, leygardagin t. 17. august. Tað er NORA, sum skipar fyri kappingini, saman við Tekniska Skúla í Klaksvík

Týsdagin 21. mai kl. 16 verður skipað fyri móttøku í sambandi við at 3 Tesla MR-skannarin verður tikin í nýtslu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

- Djóradagar hava verið hvørt ár seinastu 20 árini, undantikið koronaárini. Tí vil felagið leggja nógv fyri at tiltakið skal vera sum minst ávirka av verkfallinum

Hvítusunnudag verður skipað fyri føðingardagshaldi fyri Ísrael og stuðulstiltaki fyri gíslunum í Gaza á Tinghúsvøllinum. Talari verður Daniel Elgerat sum er bróðir ein av gíslunum

Eins og undanfarin ár, skipa kirkjurnar í Suðurstreymi fyri útigudstænastu á Ovaravølli, 2. hvítusunnudag kl. 11.00.

Í morgin verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 - 2028 lagdur fram á Reinsaríinum í Tórsgøtu

- Komandi vikuskifti er Hvítusunna og fer samkoman í Bethel, um Gud vil, at bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til samfelagsstevnu í Vági

- Komandi leygardag 11. mai, hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavna

- Mikukvøldið 8. mai kl. 20.00 verður sangløta við Siloakórinum í Siloa í Fuglafirði. Felagssangur verður eisini á skránni

Syngið við kvøld verður í Vesturkirkjuni Kr. Himmalfarardag kl. 19:30

Hósdagin, Kristi himmalsferðardag, verður hátíðarhald í Havn í samband við, at fýra viðarlundir hava ársdag

Hesa vikuna hevur verið skipað fyri Várdøgum í Nes kommunu. Veðrið hevur verið gott, og uppmøtingin til ymsu tiltøkini hevur verið sera góð

Prísurin á breyði hevur eitt pínumark. Prísurin á jogurti, róma og osti hevur eitt pínumark. Sálin hjá teimum arbeiðandi fátæku hevur eisini eitt pínumark, segði Uni Arge journalistur m.a. í 1. mai dags røðu í Vestmanna í gjár

- Í annaðkvøld, tórskvøldið 2. mai, verður hugnaliga Seglloftið í miðbýnum á Tvøroyri, karmur um forkunnugt tiltak, nú Umhvørvisvika er í kommununi

- Veitst tú, hvussu nógvir skótar eru kring allan heim? Veitst tú, hví skótarørslan er býtt upp í tveir ymiskar felagsskapir fyri gentur og dreingir?

Várdagur við góðum tilboðum og undirhaldi og vinningum verður aftur á skránni hjá SMS nú hósdagin, 2. mai

Mikukvøldið, 22. mai, fer Charlotte Fruergaard at tosa um týdningin av at hava pláss fyri lívinum og øðrum menniskjum, samstundis sum tú gevur tær tíð til tín sjálvs. Tiltakið verður í Smæruni

Mai mánaður er altjóða melanom mánaður. Móðurmerkjakrabbi (malignt melanom) er krabbamein, ið kemur í móðurmerki. Í mai mánaði varpa vit ljós á húð- og móðurmerkjakrabba

- Endamálið við ráðstevnuni er at veita føroysku tøknivinnuni og íverksetum ein kveikjandi og savnandi pall

Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur og Uni holm Johannesen, løgtingsmaður

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu hevur nú verið í gongd í eina viku, og ein ørgrynna av tiltøkum hava verið á skránni. Fyriskipararnir fegnast um góðu undirtøkuna frá bæði lokalum og gestum úr øllum landinum

Í Funningi gera tey seg til reiðar nú víkingar gera innrás í bygdini. Talan er um stóra barnatiltakið ”Grímsleikir,” sum verður bæði leygar- og sunnudagin

Fríggjadagin, dýra biðidag, verður møti í Betesda, Klaksvík, kl. 18:00

Flaggdagin, hósdagin 25. apríl, kl. 17.00 verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum. Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon kl. 17.00

Konsert verður í Hoyvíkar Kirkju sunnudagin 28. apríl kl. 16 við Morgunkórinum og íslendska kórinum Harmóníukórinn

- Hósdagin 25. apríl skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi

Almenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøll 8. mai

Revsilógin er umsett til føroyskt og dagførd, men arbeiðið at gera føroyska revsilóg heldur fram. Ætlanin er eisini at innihaldið í revsilógini skal føroyskast

Árligi námsvísindaligi granskingardagurin á Fróðskaparsetri Føroya verður nú aftur hildin. Hann er læruríkur, ókeypis og øll eru vælkomin. Men tilmelding krevst

Mánadagin 22. apríl skipar Sambandsflokkurin fyri fakligari ráðstevnu um Viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur

Kenno fer at siga frá kreppum, tónleikalívið, rúsevnismisnýtslu, skuld, ótta, hjartasteðgi - og hvussu hann til síðst kom burturúr rúsevnismisnýtsluni

- Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit?

Umhvørvisvikan verður sett í miðbýnum leygardagin 4. mai kl. 11.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett sunnudagin 21. apríl kl 14.00 í Gulu smiðju í Saltangará. Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

- Hvussu virkar kærleiki Guds? Doyði Jesus fyri øll menniskju? Er vón fyri øllum menniskjum? Hesir spurningar eru partur av tí, sum talað verður um í stuttari møtirøð í bygdarhúsinum í Hósvík hetta vikuskiftið 12. til 14. apríl

Leygardagin, 4. mai 2024, verður Ein dagur á Grynnuni endiliga aftur í Tórsgøtu til ein minniligan dag, fyltur við mentan, mati og samveru

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu í ár verður í døgunum 21.-28. apríl

- Við familjuhugna, røðum og sangi hátíðarhalda vit lív saman og standa fyri tey óføddu børnini í Føroyum. Um viðrar, kanst tú m.a. vænta framførslur, felagssang, andlitsmáling, ballónir og sjálvandi ein góðan drekkamunn!

Kvartettin í Betesda, sum hevur sungið saman í samfull 55 ár, kemur sunnukvøldið á vitjan hjá samkomuni Nazaret í Kaldbak, har ein sangløta verður kl. 18

Í tíðarskeiðinum frá 8. apríl til 13. mai verður Berøa í Saltangará karmur um bíbliutíma-røðina "Frá skapan til Ábraham", har øll eru vælkomin

Hetta verður evnið á tiltaki 9. apríl kl. 19:30 á Skúlatrøð í Klaksvík (í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð)

Kom og hoyr kunning um Suðuroyartunnilin, framløgu um hvussu eitt øki best og strategiskt kann fyrireika seg til ein tunnil og góða tónleikaframførslu hóskvøldið á Seglloftinum á Tvøroyri