Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Vinna

Búskaparráðið: Útflutta tøkan av laksi setti met í 2025 við 104.000 tonsum, sí mynd 1. Tað er sløk 25 t. tons meira samanborið við 2024, ella ein vøkstur á 28%.

Laksaprísurin fall tó nógv í 2025. Altjóða útboðið av hágóðsku (superior) laksi vaks nógv í 2025. Høvðusorsøkin er meiri effektiv koppseting móti vetrarsári í framleiðsluni í Noreg, sum stendur fyri áleið helvtini av heimsútboðnum. Hetta elvdi til stóran vøkstur í altjóða útboðum av laksi, ið gav eitt stórt prísfall í 2025. Fyri árið 2025 fall eindarprísurin (útflutningsviriðið av laksi býtt við útflutningsnøgdini av laksi) við 18% samanborið við 2024.

Men hóast hetta stóra prísfall, so vaks útflutningsvirðið úr 5,8 mia. kr. til 6,2 mia. kr., ein vøkstur á umleið 7%.

Eisini fyri 2026 væntast ein vøksur í alvinnuni bæði í prísi og nøgd, tí væntast at eisini í 2026 fer útflutningsvirðið av laksi at økjast.

Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #