Alt er søtt hjá tí svanga
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Alt er søtt hjá tí svanga
- Føroyskt orðatak
Vágatíðindi

Tórfríð gevur í dag videolagið Huldukonan út, og sigur hon soleiðis um verkætlanina.

Kvæði og føroyskur siðaarvur hava altíð havt ein serligan týdning fyri meg. Sum smágenta lærdi eg kvæðið um Seyðamannin á Sondum, og eg minnist, at mær altíð ókti so synd í huldukonuni, sum misti stakkin.

Síðan byrjaði eg at spæla mær við tankan um at siga søguna úr hennara sjónarhorni. Eg skrivaði søguna niður vers fyri vers, og síðani fekk eg Jógvan Steintún at snikka orðini saman. Tað hevur hann gjørt við einum nærlagni og einum málkendum hegni, sum fáir megna.

Tað føroyska og lokala hevur nógv at siga fyri meg. Tí var natúrligt, at videolagið skuldi takast upp í føroysku náttúruni, sum er ein so týðandi partur av okkara samleika og teimum søgum, vit bera við okkum. Eisini hevur tað stóran persónligan týdning, at mamma hevur bundið kjólan, sum eg eri í.

Í videolagnum royni eg við kroppi, rørslum og andlitsbráði at fortelja søguna og bera fram tær kenslur, sum huldukonan upplivir. Málið hevur verið at skapa eina gandakenda og poetiska stemning, men samstundis lata náttúruna og søguna tala so natúrliga sum gjørligt.

Eg vóni, at videolagið kann vera við til at varpa ljós á okkara ríka siðaarv og geva eina nýggja tulking av einari søgu, sum nógv føroyingar kenna.

Huldukonan:

Orð: Jógvan Steintún og Tórfríð Tavsen

Lag: Tórfrið Tavsen

Ljóðupptøkur og ljóðbland: Niclas Johannesen

Videoupptøkur og klipp: Jónfinn Stenberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #