Trivnaðarnevndin: Fyrrapartin í dag var trivnaðarnevndin í Løgtinginum á vitjan hjá fosturforeldrinum Katrin og Tórður Paturssyni í Dalakróki í Havn.
Katrin og Tórður bjóðaði góðan morgunmat og greiddu trivnaðarnevndini frá, hvussu tað er at vera fosturforeldur. Hvussu gevandi tað er, men eisini, at tað til tíðir kann verða avbjóðandi.
Fosturforeldrafelagið vónar at vitjanin gevur í trivnaðarnevndini eitt innlit í gerandisdagin og lívið hjá fosturforeldrum og teimum børnum og ungu, sum koma til fosturs.
Í fosturforeldrafelagnum arbeið vit miðvíst við at skapa best hugsandi umstøður fyri fosturforeldur og børn, sum eru sett heiman og vit eru takksom fyri at Grímur, Liljan, Bjørg, Sunnvá, Magni og Sámal Petur lurtaðu, spurdu og vístu áhugað í fosturforeldraøkinum.
Tað gevur okkum vón um gott og jaligt samstarv við politisku skipanina, nú broytingar skulu gerast í fosturforeldraskipanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



