Countrytónleikur er tað mest tjóðarbyggjandi og útbreidda fyribrigdið at samansjóða vanliga fólkið í USA.
Tí pínur tað forsetan Donald Trump, at Martina McBride, sum er kend við sanginum "Independence Day", ikki vil vera við í konsertrøðunum, sum byrja 25. juni og halda fram til 10. juli at hátíðarhalda amerikansku tjóðarsøguna í 250 ár.
Umframt countrystjørnuna McBride og sterka og tvítýðuga sangin "Independence Day", eru fleiri aðrar sangstjørnur, sum ikki vilja vera við í konsertætlanunum hjá Trump, tí tær kenna seg lumpaðar.
- In my mind I thought this was a great way to celebrate the states and also bring people together in the way that only music can, sigur Martina McBride á X.
Miðlavanur, sum forsetin er, avlýsir hann allar konsertirnar og kallar McBride ein vinstrasinnaðan woke persón.
Ístaðin lýsir hann við einum veljarafundi í Washington dagin fyri ætlaðu konsertirnar.
Countrytónleikur verður á pallinum á Dugasandi í Sørvági í døgunum 11.-13. Juni.
— Martina McBride (@martinamcbride) May 29, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



