Skúlablaðið: Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum arbeiðsplássum, har ið tíggju ella fleiri starvsfólk eru, at samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum í eini trygdarnevnd.
Í trygdarnevndini í skúlunum sita umboð frá leiðsluni og lærarunum.
Trygdarnevndin leiðir arbeiðið við arbeiðsumhvørvinum.
Sálarliga arbeiðsumhvørvið er partur av hesum.
Tað er tó misjavnt, hvussu virknar trygdarnevndirnar í skúlunum eru, tí tøl frá Undirvísingarstýrinum vísa, at lítið og einki er goldið í fundarpengum til limir í trygdarnevndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



