Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will
Lesarin skrivar

Turistarnir, sum koma til Føroya fáa ókeypis flutning, sum tann føroyski skattgjaldarin rindar fyri - hetta í ólukkumát.

Strandferðslan t.d. undirbjóðar við so lágum prísi, at tað er skammiligt og ein vanvirðing fyri onnur, sum reka ferðavinnu.

Strandferðslan hevur í 2026 bruttoútreiðslur uppá 298 mió. kr, og eina nettojáttanin uppá 227 mió.kr., t.v.s. skattgjaldarin rindar 227 mió. kr., tí inntøkan er einans 71 mió. kr.

Strandferðslan, sum er ein almennur stovnur fær 227 mió. kr., frá føroyska skattgjaldaranunm, fer út at spæla jólamann við yvir fyri útlendskum ferðafólkum og bjóðar teimum nærum ókeypis flutning - tað er spottprísur einans at gjalda 95 kr fyri eitt ferðafólk t.d. frá flogvøllinum til Havnar, við skattgjaldaranum í rygginum.

Tá so ferðafólkini koma til Havnar, skal skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu aftur rinda fyri, at útlendsku ferðafólkini koyra við býbussunum - nú er tað heilt galið - tey rinda ikki eina krónu, men skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu skal enn einaferð gjalda fyri tann ríka amerikumannin og kinesaran.

Sjálvandi skulu ferðafólkini rinda nógv meira enn Føroyingar - fyri almennan flutning - og ikki at rinda eina krónu fyri býbussarnar er respektleyst og ein háðan í móti føroyska skattgjaldaranum.

Ein býbussur kom til eina av bygdunum í Tórshavnar kommunu, har kom ein ferðaleiðari út við 22 ferðafólkum, hann skein sum ein sól og segði við meg: “Det er fantastisk ikke at betale nogen i bussen”. Eg spurdi hann, um fólkini høvdu goldið til hann sum guide fyri túrin, “ja, selvfølgilig har de det - men .... “hvem har så betalt bussbilletten, det har skattayderen i Torshavn kommune, og du tjener penge på dem?” hann rodnaði og rýmdi.

Eftir stendur arbeiðsmaðurin og vaskikonan, tey hava ikki ráð at ferðast, tí eingin rindar fyri tey, hvørki landskassin ella  kommunukassin hjá Tórshavnar kommunu. Tey fáa ikki ókeypis flutning uttanlands, tí einki land í verðini er so tápiligt sum Føroyar, ikki at taka pening fyri almennar tænastur.

Hvar er Vinnuhúsið, politiska skipanin, Vinnumálaráðið - er hettar tann politiski viljin og er ongin borgarligur politikkur at hóma í hesari samgonguni.

Skulu vit hava massaturismu í Føroyum, so mugu útlendingar til at gjalda eyka, eins og hetta verður gjørt í øðrum londum, sum vit sjálvi ferðast til.

Ferðavinnan skuldi gerast eitt eyka bein at standa á fyri føroyska búskapin, men í veruleikanum er talan um eina eyka skattabyrðu.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #