Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, heldur, at tað ikki skal koma óvart á nakran, at "fólkini hjá Orbán upplýsa Moskva um fundir í ES-ráðnum niður í minstu smálutir."
Tað skrivar hann í einum innleggi á X sum svar uppá eina grein frá The Washington Post, har ein dulnevndur embætismaður ella "trygdarkelda" sigur, at ungarski uttanríkisráðharrin, Péter Szijjártó, í áravís hevur brúkt steðgir á ES-fundum til at ringja til russiska uttanríkisráðharran, Sergei Lavrov, og siga honum alt, sum hevur verið sagt á fundunbum, skrivar TV 2.
The news that Orbán’s people inform Moscow about EU Council meetings in every detail shouldn’t come as a surprise to anyone. We’ve had our suspicions about that for a long time. That’s one reason why I take the floor only when strictly necessary and say just as much as necessary.
— Donald Tusk (@donaldtusk) March 22, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



