Grønlendski fíggjarmálaráðharrin hevur heitt á Johnny í Grótinum um at átaka sær uppgávuna sum formaður í nýsettari nýskipanarnevnd.
Magni Laksafoss er eisini limur í nevndini, sum næstu tvey árini skal greina og koma við ítøkiligum tilmælum um nýskipanir.
Ein nýskipanareind við 4-5 starvsfólkum í grønlendska fíggjarmálaráðnum verður skrivstova hjá nýskipanarnevndini og skal eftirfylgjandi seta tilmælini í verk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



