Skúlablaðið: Tá ið freistin var farin at søkja skúlastjórastarvið á Fossánesi á middegi mánadagin, vóru tvær umsóknir komnar inn.
Undirvísingarstýrið hevur sóknast eftir dugnaligum leiðara at taka sær av leiðsluábyrgd í skúlanum á Fossánesi. Myrna L. Jacobsen, sum hevur røkt starvið í nøkur ár, er farin í annað starv. Veronika Petersen er virkandi skúlastjóri.
Tað eru 39 næmingar úr 1.-7. flokk í skúlanum skúlaárið 2026/27. Tað eru fimm fulltíðarstørv í skúlanum á Fossánesi.
Skúlastjórin luttekur virkið í teimum tiltøkum og samstørvum, ið avvarðandi stovnar skipa fyri, so sum Undirvísingarstýrið, Nám og Sernám, og somuleiðis í tøttum samstarvi við kommunu, aðrar myndugleikar og aðrar skúlar.
Starvið verður sett frá 1. august 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



