Barnafrádrátturin í Tvøroyrar kommunu hækkar næsta ár úr 10.000 í 15.000 krónur fyri hvørt barn. Samstundis lækkar kommunuskatturin úr 20,90 í 20,80 prosent. Tað hevur býráðið samtykt við fíggjarætlanini fyri 2027.
Við broytingunum vil kommunan fáa fleiri barnafamiljur at seta búgv á Tvøroyri. Ein familja við tveimum børnum og 800.000 krónum í samlaðari skattskyldugari ársinntøku fær sambært kommununi ein skattalætta á 10.740 krónur um árið. Tað eru 895 krónur um mánaðin.
Kommunan væntar eitt rakstraravlop á 5,03 milliónir krónur. Nettoíløgurnar verða 26,62 milliónir krónur, og sostatt vísir fíggjarætlanin eitt hall á 21,59 milliónir krónur. Kommunan ætlar millum annað at gera íløgur í barnaansing, skúlar og havnaviðurskifti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



