Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Beint eftir nátturðatíð í kvøld var Tórsgøta í miðbýnum í Havn karmur um nógv at tí besta, sum Føroyar hava at bjóða úr kova og instrumentum, tá almenn móttøka var fyri luttakarum á stóru UArctic-ráðstevnuni.

Hóast svikaligt maiveður, so var tiltakið fyri tað mesta hildið uttandura, tó at opið hús eisini var í hugnaliga Reinsarínum og Perluni. Og tað forðaði ongum, tí sera nógvir ráðstevnugestir úr øllum heimsins herðashornum vóru við upp á tað.

Eitt rættiliga leskiligt úrval av staðbundnum mati var at fáa, m.a. fiskasúpan, jákupsskeljar, snerkt lambs- og neytakjøt, og sjálvandi vóru eisini vegansk alternativ á matarlepanum og okkurt søtt omaná. 

Sí fleiri mynsir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #