Vinnuhúsið: Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen og Kristoffur Laksá stóðu fyri vali til nevndina. Fróði Magnussen tók ikki við afturvali, og Ulla Joensen varð vald í hansara stað. Jens Meinhard Rasmussen og Kristoffur Laksá vórðu afturvaldir.
Á fundinum varð ársfrágreiðingin eisini løgd fram. Har leggur Føroya Arbeiðsgevarafelag dent á trý høvuðstilmæli: At fáa fleiri ung at velja Føroyar, at tryggja støðugar og kappingarførar vinnukarmar og at raðfesta vinnuvendar útbúgvingar hægri.
Felagið vísir á, at hesi trý økini hanga tætt saman og eru avgerandi fyri arbeiðsmegi, kappingarføri og framtíðar menningina í Føroyum.
Les ársfrágreiðingina her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



