Rabbinararnir í Bnei Brak eystan fyri Tel Aviv hava gjørt av, at menn og kvinnur skulu ganga hvør sínu megin á tveimum av mest vitjaðu gøtunum í býnum. Kommunan skuldi seta upp skelti og forðingar, men eftir harða mótstøðu varð ætlanin fyribils steðgað.
Tað hendir fáar vikur eftir, at ísraelska tjóðartingið, Knesset, samtykti at víðka møguleikan fyri kynsbýttari undirvísing á hægri lærustovnum.
– Tey, sum síggja hetta sum einstøk mál, síggja ikki heildarmyndina, sigur Shuki Friedman, stjóri í Jewish People Policy Institute í Jerusalem.
Hann granskar millum annað politikkin hjá teimum ultraortodoksu – eisini nevndir haredim – og sambandið millum átrúnaðarligar og sekulerar ísraelar.
– Steðga vit ikki hesi skjótu gongdini móti ekstremismu og útihýsing, fara sjálvt tey ringastu í Teheran at øvunda okkum tær átrúnaðarligu avmarkingarnar, sum verða lagdar á almenna rúmið í Ísrael, sigur Friedman.
Vaksandi fólkabólkur
Serstøðan hjá teimum ultraortodoksu hevur í nógv ár verið eitt av mest eldfimu politisku málunum í Ísrael. Serliga stríðið um herskyldu hevur gjørt gjónna millum haredim og restina av samfelagnum størri.
Herskylda er galdandi fyri bæði menn og kvinnur í Ísrael, men í áratíggju hava ultraortodoksir menn, sum lesa á yeshiva-skúlum, verið frítiknir fyri hertænastu fyri í staðin at kunna halga seg Torah-lesturin.
Eftir at kríggið í Gaza byrjaði í 2023, og tørvurin á hermonnum og tiltaksfólki vaks, gjørdist mótstøðan móti skipanini størri. Í 2024 staðfesti hægstirættur, at ultraortodoksir menn ikki longur kundu hava eina generella frítøku frá herskyldu. Tað elvdi til stór mótmæli í ultraortodoksa umhvørvinum.
Samstundis veksur harediski fólkabólkurin skjótt. Sambært Israel Democracy Institute er árligi vøksturin umleið 4,2 prosent. Í 2025 vóru umleið 1,45 milliónir ultraortodoksir jødar í Ísrael samanborið við 750.000 í 2009. Roknað verður við, at talið fer upp um tvær milliónir í 2033.
Men luttøkan á arbeiðsmarknaðinum er lítil. 46 prosent av ultraortodoksum monnum eru uttan arbeiði, og inntøkan hjá teimum er fallin samanborið við aðrar ísraelskar menn.
Samstundis er politiska ávirkanin vaksin. Knesset játtaði týsdagin 82,6 milliónir dollarar til ultraortodoksa útbúgvingarskipanina.
Umleið 80.000 ultraortodoksir menn millum 18 og 24 ár verða mettir at vera førir fyri at gera hertænastu, men hava ikki meldað seg.
Friedman væntar, at stríðið fer at harðna fram móti tjóðartingsvalinum í oktober.
– Tað ber ikki til í longdini, at ein fólkabólkur veksur so skjótt, er treytaður av almennum pengum og samstundis í minni mun er á arbeiðsmarknaðinum og rindar skatt, sigur hann.
Spýta í andlitið á herfólkunum
Í nærum 30 ár hava ultraortodoksu flokkarnir verið týðandi fyri politisku framtíðina hjá Benjamin Netanyahu, tí hann hevur verið bundin at teimum fyri at varðveita ein meiriluta.
Játtanin á 82,6 milliónir dollarar verður í ísraelskum miðlum tulkað sum ein roynd hjá Netanyahu at fáa ultraortodoksu flokkarnar nærri aftur, nú teir gerast alsamt meira ónøgdir við stríðið um herskylduna.
Í juli samtykti Knesset eisini eina broyting í einari av grundlógum Ísraels, har staðfest verður, at Torah-lestur er eitt grundleggjandi virði í arvinum hjá jødiska fólkinum og í Ísraelsríki.
Ultraortodoksu flokkarnir hava strongt á fyri at fáa hetta ígjøgnum tingið, sum lið í stríðnum fyri framhaldandi frítøku frá herskyldu. Mótstøðufólk halda hinvegin, at lógin gevur Torah-lestri hægri støðu enn øðrum samfelagsligum skyldum.
Andstøðuleiðarin Yair Lapid legði stjórnina undir at vanvirða ísraelskar hermenn.
– Soleiðis enda tit tykkara valskeið: Við at spýta IDF-hermenninar í andlitið, segði hann.
Fyrrverandi forsætisráðharrin Naftali Bennett hevur sagt, at hann ikki vil skipa stjórn saman við ultraortodoksum flokkum, so leingi teir stuðla lógum, sum frítaka yeshiva-lesandi frá herskyldu.
Eisini Gadi Eisenkot, sum verður mettur sum ein av sterkastu avbjóðarunum hjá Netanyahu, krevur, at ultraortodoksir jødar annaðhvørt gera herskyldu ella aðra samfelagstænastu.
Fyri Shuki Friedman snýr stríðið seg tó um nógv meira enn komandi valið. Gøturnar í Bnei Brak eru bert eitt tekin um eina størri broyting í ísraelska samfelagnum.
– Tann, sum heldur, at hetta steðgar á gongubreytunum í Bnei Brak, hevur einki lært av seinasta áratígginum. Tað fer at breiða seg til aðrar býir og arbeiðspláss – og síðani til restina av Ísrael, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



