Tórshavnar kommuna: “Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er íløga í okkara felags framtíð. Ein íløga í eina sunna og burðardygga kommunu, har umhvørvisfyrilit, vælferð og trivnaður ganga hond í hond.”
Soleiðis verður sagt í fororðinum til umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu 2026-32, sum Rannvá Arge og Óluva Zachariasen hava samskipað, og sum varð lagdur fram í Perluni týsdagin.
Umhvørvispolitikkurin, sum hevur fingið heitið “Saman um grønu framtíðina”, fevnir um tríggjar høvuðstættir, sum eru:
· Náttúra og lívmargfeldi
· Útlát og orka
· Ringbúskapur og burturkast
Aftan á framløguni var høvi hjá áhoyrarunum at taka orðið, og talan var um gott og gevandi orðaskifti.
Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu kann lesast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



