Tórshavnar kommuna: "Saman um grønu framtíðina" er heitið á nýggja umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, sum verður lagdur alment fram í Perluni í Havn týsdagin 14. apríl klokkan 16.30.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin í Perluna at hoyra og síggja, hvussu umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu 2026-2032 sær út.
Kommunan hevur sett sær fyri at minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassi næstu árini, m.a. við at fremja grøna orkuskiftið í kommunalum bygningum og við at betra umstøðurnar hjá bleytu og kollektivu ferðsluni.
Eisini raðfestir kommunan at menna vitan um náttúruna, tryggja skynsama nýtslu av lendi og fáa reint umhvørvi á landi og við strendur. Ein partur av umhvørvisarbeiðinum verður at minka nýtslu, avmarka nøgdir av burturkasti og geva borgarum og vinnulívi betri møguleikar at skilja ruskið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



