Havstovan: Vísitalið frá sildakanningunum í mai vístu, at heldur meira er av sild enn síðstu tvey árini – 16% meira í vekt, samanborið við í fjør.
Økingin stendst serliga av ungu sildini frá 2021 og 2022, sum nú sæst í landnyrðingspartinum av kanningarøkinum – 33% í tali var úr 2022-árganginum. Eldra sildin (serliga úr 2016 árganginum) er enn vanlig her vesturi um okkara leiðir. Lítið av sild stóð í føroyska sjóøkinum – men tó heldur meira enn undanfarnu trý árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



