Frøi á føroysku spælarunum, eftir at Hanus Sørensen hevur syrgt fyri sigursmálinum á LNK Stadion í Riga - Mynd: Hans Erik Danielsen
Frøi á føroysku spælarunum, eftir at Hanus Sørensen hevur syrgt fyri sigursmálinum á LNK Stadion í Riga - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Eftir at hava tapt tepurt fyri Estlandi, reisti føroyska manslandsliðið seg aftur týsdagin, tá Lettland tók ímóti á LNK Stadion í Riga.
Sæð yvir allar 90 minuttirnar var føroyska liðið omaná, og fult uppiborið endaði tað eisini við føroyskum sigri í seinnapartssólina í lettiska høvuðsstaðnum.
Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar. Einasta málið í dystinum skoraði Hanus Sørensen tá níggju minuttir restaðu í at spæla.
Næsta uppgáva hjá A-landsliðnum við monnum verður UEFA Nations League í heyst. Fyrsti dystur verður á Tórsvølli sunnudagin 26. septembur klokkan 17:00, tá Kasakstan kemur á vitjan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



