Nettosølan minkaði við nærum 200 miliónum krónum, og tað sást aftur á botnlinjuni hjá Effo samtakinum, sum í fjør endaði á 38 mió kr, sum er 11 mió kr minni enn árið fyri.
Nýggir aktørar og økt kapping verða nevnd í leiðslufrágreiðingini.
- Nýggjur kappingarneyti byrjaði at selja gassolju á sumri 2025. Harafturat byrjaði ein annar kappingarneyti at selja gassolju til sethús og vinnuna. Broytingin hevur merkt gassoljusøluna hjá Effo í 2025, sum er lækkað í mun til 2024, sigur leiðslan, og leggur aftuat, at tað serliga er gassoljan til skip sum er minkað. Harafturat minkar sølan av brenniolju til sethús alsamt, tí fólk velja sær aðrar orkuloysnir.
- Sølan av brennievni til akfør hækkaði nakað í fjør, men hevur annars verið rættuliga støðug seinastu árini, verður eisini sagt.
Samtaksroknskapurin hjá Effo fevnir eisini um feløgini Effo Bunkers, Eysturlund, Varandi Orka og Carl Jensens Marinelager Aps.
Fíggjarstøðan javnvigar við 352 mió kr, harav er eginognin 186 mió kr.
Gunnar Nielsen er stjóri í Effo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



