Úrslitið hjá partafelagnum Steintór Holding við heimstaði í Hvalba minkaði í fjør í mun til fyrraárið. Góðar 22 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni hjá samtakinum í fjør. Tað skal skal samanberast við slakar 33 milliónir krónur ári frammanundan.
Holdingfelagið hevur dóttirfeløgini Steintór, TG Fish, Sjagaklett, 17. juni, Jókina og Niels Paula.
Feløgini fáast øll við fiskivinnu, og samtakið rekur skipini Steintór, Breiðanes, Hamranes og Artic Voyager.
Leiðslan sigur, at hon væntaði minni úrslit, og hon metir tað eftir umstøðunum vera nøktandi, sum skrivað stendur.
Árið í ár fer at líkjast tí í fjør, men avgerandi er hvussu fiskiskapur- og prísur umframt oljuprísurin verður.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 190 mió kr og eginognin var slakar 102 mió kr við ársbyrjan.
Mikkjal Hammer er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



