Alt er søtt hjá tí svanga
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Alt er søtt hjá tí svanga
- Føroyskt orðatak
Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu. Landar mánadagin. Eitt frystilínuskip og tveir ísfiskalínubátar eru við Ísland, eitt er á Flemish Kap og tvey eru ávegis til Flemish Kap. Eitt siglur heim av Flemish Kap. Trý eru við Føroyar.

Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið sær út til at blíva gott teir flestu dagarnar, so vit vænta nógvan útróður.

Ein djúpvatnstrolari fer á Íslandsryggin og landar helst síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Tveir fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni.

Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Tveir trolbátar eru á landleiðini og fiska mest flatfisk og tosk. Ein er norðanfyri. Allir landa í vikuni. Hinir fara helst út í vikuskiftinum.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #