Firum: Hækkandi vatnstøða ella hækkandi sjóvarmáli er ein ítøkilig avleiðing av veðurlagsbroytingunum. Við havmyndlinum FarCoast, sum Firum hevur ment, vísa útrokningar at miðalvatnstøðan í Føroyum heilt inni við land er vaksin við umleið 2,9 mm um árið tíðarskeiðið 1999 til 2023. Hetta er eitt sindur lægri enn globala hækkandi vatnstøðan, sum er 3,7 mm/ár sama tíðarskeið. Høvuðsorsøkirnar til hækkandi vatnstøðuna eru at feskt vatn, sum stavar frá bráðnandi ísi á landi legst afturat høvunum umframt at sjógvurin hitnar og víðkast í rúmd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



