Nú er tann ljósa árstíðin, og nógv dáma væl at sóla sær, men tað er ikki heilt vandaleyst, og tí fer Veðurstova Føroya nú at hava hesi serligu UV-vísitølini, sum siga nakað um vandan, á síni heimasíðu.
Til dømis sæst á síðuni, at í dag er talið 5,6. Tað vil eftir yvirlitinum hjá Veðurstovuni siga, at vandastøðan er á markinum til at vera høg, og tá er verja ímóti sólini alneyðug.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



