Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln
Onnur tíðindi

We Need Art: Nú hevur Edoardo Ettorre lagt seinastu hond á fantastiska veggjamálningin á Eiði. Og fólk á Eiði hava veruliga tikið Edoardo og málningin til sín.

Tá børn á staðnum blivu spurd, hvat tey sóu, var svarið:

- Hatta er ein omma, sum heldur hondina frammanfyri eyguni, tí sólin er so sterk. Og so liggur hon og slappar av, meðan hon minnist afturá, tá hon var barn.

Og okkurt annað barn helt tað vera eina troytta ommu, sum hevði fingið nógv ommubørn á vitjan. Og at nú orkaði omman ikki meir.

Eisini hevur onkur eldri fingið tárini fram, tí tað leiðir tankarnar aftur til teirra ommu ella langommu.​

Og nú er veggjamálaríið títt. Tú kann njóta hann hvønn dag í árinum 24 tímar um døgnið.

Í løtuni eru tveir veggjamálningar afturat í ger. Fylg við We Need Art á facebook og instagram, so fært tú alt við.

Jóhan Fríðrikur Sanderson tók myndirnar.

Les eisini:

Tarvafjósið ein týsdag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #