Løgmansskrivstovan: Á løgtingsfundi í dag bleiv Beinir Johannesen valdur til Føroya løgmann og verður tað tí við honum á odda, at samgongan við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum nú fer til verka.
Beinir Johannesen er føddur í Klaksvík tann 12. februar 1997. Hann er giftur Helenu Johannesen og búgva tey í Klaksvík.
Beinir Johannesen varð fyrstu ferð valdur á løgting í 2019. Í farna valskeiði var hann næstformaður í fíggjarnevndini og tingbólkaformaður hjá Fólkaflokkinum.
Beinir Johannesen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðan 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



