Mynd: KVF
Mynd: KVF
Við 65 listaverkum vilja tær báðar døturnar hjá Eyvindi Mohr, Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr, vísa fólki listina hjá pápanum, ið hevði fylt 100 í ár:
- Endamálið hjá okkum er at vísa, hvussu fjølbroyttur babba var í sínari list, og tað halda vit at verkini á framsýningini sýna, siga systrarnar Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr. Tær eru ógvuliga takksamar fyri stuðulin í samband við framsýningina, og at tær kundu læna so nógv listaverk frá stovnum og einstaklingum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



