Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna takkar øllum, sum hava luttikið í ruddingardøgunum í umhvørvisvikuni, og sum hava sent okkum myndir til lutakastið um tvey gávukort uppá 6.000 kr.
Heili 70 bólkar vóru tilmeldaðir, sum taldi umleið 4.320 borgarar í kommununi.
Samlaða nøgdin av ruski var umleið 22 tons.
Vinnararnir gjørdust: Eigarafelagið Hamrabøur og dagstovnurin Sólareygað.
Tórshavnar kommuna ynskir vinnarunum hjartaliga til lukku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



