Pengar skapa ikki framgongd og eydnu. Frælsið at forvinna pening ger
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Pengar skapa ikki framgongd og eydnu. Frælsið at forvinna pening ger
- Nelson Mandela
Politikkur

Vit skulu seta okkum eina null-hugsjón tá tað snýr seg um arbeiðsvanlukkur í Føroyum - og tað beinanvegin. Hetta má vera eitt felags mál fyri politisku skipanina, arbeiðsgevarar og fakfeløgini, og krevur, at vit øll taka lógvatak saman.

Vit kunnu ikki liva við, at vit í Føroyum hava so nógvar arbeiðsvanlukkur og álvarsligar arbeiðsvanlukkur. Hetta kunnu og skulu vit gera betri.

Ein null-hugsjón á økinum skal hjálpa okkum øllum til bæði at gera tiltøk og skipanir á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru nakrar politiskar avgerðir, sum skulu takast og átøk setast í verk. Eisini arbeiðsgevarar skulu arbeiða meira við átøkum at minka um vandan, og tey, sum arbeiða, skulu eisini styrkja hugburðinum til trygd á arbeiðsplássunum. Tað finst ikki nøkur einføld loysn til hesar avbjóðingarnar. Tær koma av nógvum ymiskum orsøkum, men vit hava nógvar knøttar, vit kunnu skrúva upp á.

Fyrst av øllum, so mugu vit øll verða samd um, at hetta kunnu vit gera betri. Vit mugu vilja!

Tað er neyðugt við lógum og reglum á økinum, og at halda eyga við, at hesar verða fylgdar. Tó kunnu vit ikki regulera okkum burturúr avbjóðingini og náa málinum við píski. Á øllum arbeiðsplássum er tað so, at vit náa ikki málinum um bestu trygd tí vit SKULU - men tí vit VILJA.

Frá politiskari síðu skulu vit gera neyðugar reglur, og vit skulu eisini fylgja við, um tær verða hildnar. Vit eiga at styrkja stovnin, sum vit hava á hesum økinum, frá at vera eitt eftirlit til at verða ein arbeiðsumhvørvistænasta, sum skal stuðla undir okkara null-hugsjón.

Allar arbeiðsvanlukkur kunnu í prinsippinum fyribyrgjast. Hetta kann gerast, um øll arbeiðspláss hava felags fokus á trygd, sum ein natúrligan part av gerandisdegnum.

Sum landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum havi eg fyri stuttum sett eitt nýtt Arbeiðsumhvørvisráð. Ráðið fer nú til verka við hesum málum sum hægstu raðfesting. Hetta er eitt ráð, sum er samansett av umboðum fyri arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar, land, kommunur og starvsfólk. Tað er júst eitt virkið samstarv millum hesar partar, sum skal føra okkum fram á leiðini við eini null-hugsjón um arbeiðsvanlukkur í Føroyum.

Vit mugu lyfta í felag. Øll somul. Og tað eri eg sannførd um, at øll vilja. Fólk skulu ikki koma til skaða av at fara til arbeiðis, og í ringasta føri lata lív við at fara til arbeiðis.

Vit vilja basa arbeiðsvanlukkunum í Føroyum.

Margit Stórá, landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #