Tann 13.mars í ár var Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í Degi og Viku, har hon við fakliga grundaðum svari vísti á, at Sankta Frans Skúli ikki hevur langtíðar karmar ella umstøður til ein eyka flokk komandi skúlaár.
Nú kemur so ein loysn, har øll børn og forskúlaforeldur aftur eru kastibløka í tí politisku skipanini. Boðini, ið forskúlaforeldur fingu 26.mai í ár vóru, at : «...av tí at ein eyka flokkur eisini verður skipaður í Skúlanum á Fløtum, eru ov fáar innskrivingar til ein eyka sjálvstøðugan flokk í Sankta Frans Skúla».
Tórshavnar kommuna hevur tikið eina avgerð, sum trýstir skúlarnar at deila væl fungerandi flokkar upp. Hetta hevur nú við sær, at teir báðir flokkarnir, sum eru í Sankta Frans Skúla, verða blandaðir av nýggjum og gjørdir til tríggjar flokkar.
Lærarar og námsfrøðingar hava í eitt heilt ár arbeitt væl og miðvíst við at skapa felagsskap, normar og virðir, sum nú eru um at fara til fánýtis. Tað undrar okkum, at ein loysn er framd, sum beinleiðis gongur ímóti fakligu metingunum. Hetta gongur út yvir trivnaðin og sosial sambond hjá 48 børnum í forskúlanum í Sankta Frans, har foreldur hava virt innskrivingarreglurnar til ágóðan fyri tey 9, sum ikki hava fylgt skipanini og innskrivingarreglunum, sum kommunan hevur kravt, at foreldur taka atlit til.
Latið børnini í forskúlunum verða verðandi í flokkunum, har tey nú hava knýtt bond og eru væl samansjóðað til skúlabyrjan! Sparið kommununi fyri eykajáttan til tveir flokkar, tá fakliga tilmælið er ein flokkur. Vit góðtaka ikki undir nøkrum umstøðum hesa óneyðugu forhastaðu avgerð, sum fer beint ímóti grundaðu tilmælunum frá bæði fakleika og skúlunum!
Umstøðurnar í Sankta Frans Skúla loyva ikki fleiri flokkum. Hetta gongur út yvir alla undirvísing hjá skúlanum í serhølum, umframt trivnaðin í fríkorterunum, har plásstrot longu er. Nú verður alt broytt aftur til tað, ið borgarstjórin sjálv var ímóti, og úttalaði seg um í Degi og Viku í mars.
Tað eru børnini sum gjalda. Tað verður enntá væntað, at børnini loysa trupulleikan, tá tey enn einaferð skulu brúka orku at skapa nýggj sambond, og finna hugin til at læra og mennast til góðar samfelagsborgarar.
Hetta eru somu børn, har ein meiriluti hevur upplivað ótryggleika og avleiðingarnar vegna skiftandi og væntandi starvsfólk á dagstovnunum.
Hetta eru foreldur, sum tilvitað hava valt at senda síni børn í forskúla fyri at tryggja sær eina góða og støðuga skúlabyrjan.
Tað hava børnini bæði uppiborið - og allan rætt til. Vit góðtaka ikki snarloysnirnar hjá Tórshavnar kommunu og krevja haldbarar langtíðar loysnir, sum seta trivna og menning hjá børnunum fremst.
Vit góðtaka ikki undir nøkrum umstøðum hesa óneyðugu og ábyrgdarleysu avgerð. Við hesum vilja vit at vísa okkara stuðul til forskúlaforeldrini á Fløtum og vísa á, at vit standa saman.
Forskúlaforeldur í Sankta Frans Skúla
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



