Mentamálaráðið: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur saman við starvsfólkunum í Mentamálaráðnum vitjað Viðareiðis skúla. Jensebeth Absalonsen, skúlaleiðari, tók ímóti og vísti runt í snotiliga skúlanum.
Í Viðareiðis skúla ganga 28 næmingar frá 1.-7. flokk. Skúlin liggur í einari av náttúruvakrastu bygdunum í Føroyum, og í løtuni verður nýggi dagstovnurin Sóljuspírin bygdur niðanfyri skúlan. Tað at hava skúla og dagstovn so tætt saman ger, at tað í framtíðini verður eitt gott og mennandi samband millum yngru og eldru børnini í bygdini.
Yngru flokkarnir høvdu evning, og teir eldru náttúru og tøkni, meðan vitjað varð. Hugaligt var at síggja, hvussu íðin tey vóru.
Eftir vitjanina varð mynd tikin á spæliplássinum saman við teimum næmingum, sum vóru í skúla henda dagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



