Tá fívilin flytir inn í slottið verður hann ikki kongur fyri tað. Men slottið verður eitt sirkus
- turkiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá fívilin flytir inn í slottið verður hann ikki kongur fyri tað. Men slottið verður eitt sirkus
- turkiskt orðatak
Tónleikur

Ímynda tær tónleika-vitlíki sum ein ungan lærisvein, ið vil læra tónleik. Fyri at læra nýtist honum venjingartilfar, og hvat er so venjingarevnið? Venjingartilfar er bara ein stórur bunki av dømum – túsundtals og túsundtals av sangum; sálmum, poppsangum, rokksangum – ja, øllum møguligum.

Lærisveinurin lurtar eftir øllum hesum venjingartilfarinum aftur og aftur. Hann følir ikki tónleikin, sum vit gera.

Men hann sær mynstrini: „Tá lagið fer upp, ljóðar tað ofta kátt. Tá trummurnar spæla skjótt, vilja fólk dansa.“

Tað er alt, sum venjingarevnið ger – tað gevur vitlíkinum nógv verulig dømi at læra av.

Tá tú biður vitlíkið um at gera ein nýggjan sang, tekur tað alt, sum tað hevur lært, og gissar, hvat skal koma næst. Tað blandar mynstrini saman til nakað nýtt. Tað er sum at brúka gamlar uppskriftir til at baka eina nýggja kaku.

Tá eg geri sangir, skrivi eg tekstirnar sjálvur. Ofta brúki eg vitlíki til at finna orð, sum ríma – sum eina rímiorðabók. Eg vil hava mínar kenslur við í mínum tónleiki. Mínir tekstir handla oftast um meg og tey, sum eg eri góður við. Eg fortelji eisini vitlíkinum, hvussu sangurin skal ljóða, og tað kann væl vera sera fløkt.

Mangan brúki eg dagar og tíggjutals, kanska hundraðtals, royndir til ein sang, áðrenn eg eri nøgdur.

Eg kann annars bara skriva: „Ger ein rokksang um at fara til útróðrar.“ So gissar vitlíkið, hvussu sangurin skal ljóða.

Fyri stuttari tíð síðan gav eg ein sang út um dóttur mína. Tekstin skrivaði eg fyrst sjálvur, og síðan gjørdi eg lagið við vitlíki. Røddin er mín, men hon er ikki sungin beinleiðis inn. Røddina sang eg fyrst inn á eina ljóðfílu, og síðan varð ljóðfílan lisin inn í eitt vitlíki. Vitlíkið brúkti so røddina til at „syngja“ við – vitlíkið skapti røddina til lagið út frá frekvensunum í røddini hjá mær.

Sangurin eitur „Babba'sa didda“ og liggur allastaðni, har fólk kunnu lurta eftir tónleiki – Spotify, Apple Music, YouTube við fleiri. Orkestrið havi eg kallað „Gunnar and the AI's“, tí tað eri eg, sum havi gjørt og framleitt tónleikin, og tað er vitlíkið, sum er orkestrið. Á tann hátt sigur navnið alt um framleiðsluháttin.

Nú eru summi órógvað um etikk og upphavsrætt. Lat meg greiða frá tí á einfaldan hátt: Upphavsrættur merkir, at ein sangur er ogn hjá tí, sum hevur gjørt hann. Vitlíkið lærir av nógvum sangum, men tað margfaldar ikki nóta fyri nóta. Tað skapar nakað nýtt, eins og ein ungur tónleikari lærir av gomlum meistarum og síðani mennir sín egna stíl.

Tað etiska er hetta: Vit skulu vera rættvís og virðilig. Brúkar tú vitlíki, so ver altíð opin og ærligur um tað. Vís virðing fyri andanum í teimum gomlu sangunum. Og minst til, at sangurin, tú skapar við hjálp frá vitlíkinum, er tín skapan, tí tú leggur hugskotini, tankarnar og hjartað í arbeiðið.

Tí viðurkennir KODA eisini tónleik, sum er gjørdur við vitlíki sum hjálpartóli. Tað er natúrligt, tá tað eru menniskju, sum skriva tekstirnar, taka kreativu avgerðirnar og velja endaliga úrslitið. Á sama hátt sum studiotónleikarar vanliga ikki eiga part av upphavsrættinum til eitt lag, eigur eitt vitlíki heldur ikki rættindini til tónleikin. Reglurnar eru, at tónleikurin skal vera mannaskaptur við vitlíki sum einum parti av tilgongdini – ikki 100 prosent vitlíki.

Eg skráseti allan mín tónleik hjá KODA. Tað gevur trygd fyri, at eg eigi øll rættindi.

Vitlíkið hevur einki hjarta og onga sál. Tað kann ikki føla vakrar sangir ella Guds kærleika, soleiðis sum vit kunnu. Tað er bara eitt amboð – sum eitt nýtt fiskiskip ella ein hvassur knívur. Tað hjálpir tær at arbeiða skjótari.

Tú ert framvegis skiparin ella telgjarin. Tú kemur við teimum veruligu kenslunum, søgunum úr tínum egna lívi og tí, sum rørir hjartað. Vitlíkið hjálpir tær bara at royna nógv hugskot skjótari.

Gunnar Isholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #