(tilvildarlig savnsmynd)
(tilvildarlig savnsmynd)
Nú hoyrist nærum dagliga um útlendskar ferðaleiðarar sum verða settir í bolt og jarn fyri síðani at verða tveittir av landinum, tí teir bróta lógina. Teir eru til arbeiðis í Føroyum uttan neyðugu loyvini.
Tað er avmarkað hvat innlit almenningurin hevur fingið í málini. Men tað ljóðar ógvusligt, tá hesi fólkini fáa risa stórar bøtur og verða útvíst. Fyri tey, men ikki minst eisini fyri ferðafólkini, sum viðkomandi hevði hjá sær og tók sær av. Tey hava í øllum førum nógv at snakka um, tá tey koma heim aftur. Og vit mugu bara vóna, at tey skilja støðuna og ikki mála eina alt ov ljóta mynd av Føroyum sum ferðamannalandi. Tí tað er ein sannroynd, at tað sum ber til í eitt nú Íslandi, tað ber ikki til í Føroyum, hvat hesum viðvíkir.
Kanska vóru tey í góðari trúgv?
Hvør veit.
Nú skal sjálvandi ongin ivi vera um, at í Føroyum galda føroyskar lógir og reglur. Og tað er skyldan hjá teimum, sum koma her, at seta seg inn í tingini, áðrenn tey koma.
Men sum oftast eru tvær síður av somu søk. Og vit mugu ikki gloyma, at føroysk ferðavinna er ein rættuliga nýggj vinna. Og at føroyskir ferðaleiðarar hava verið ein mangulvøra, og kanska framvegis eru tað, í øllum førum tá tað snýr seg um at tosa summi fremmandamál.
Tey sum hava virkað leingi í vinnuni, undirritaði er sjálvur ein teirra, kenna í dag fleiri slík sum javnan koma við fólki, og í nógv ár hava gjørt tað. Í hvønn mun, tey eru ferðaleiðarar, og harvið eftir øllum at døma virka ólógliga í landinum, tja, tað er ikki gott at vita. Men tey tykjast so at vera heiðurlig hampafolk, ið bara gera, sum tey altíð hava gjørt. Sum oftast ávegis til Íslands.
Tað ideella hevði sjálvandi verið, um øll keyptu sær kvalifiseraða og kompitenta, staðkenda hjálp, so enn meira lá eftir her og møguleikin fyri, at gestirnir gera nakað skeivt, minkaði. Men tað setir eisini krøv til vinnuna.
Vit mugu ansa eftir, at vit ikki skjóta okkum sjálvi í fótin.
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



