Føroyskar fyritøkur mangla fólk. Kortini vilja Aksel V. Johannesen og samgongan gera tað skattliga meira lokkandi at arbeiða uttanlands. Tað er ein løgin raðfesting hjá einum landsstýri, sum eigur at styrkja grundarlagið undir føroyska búskapinum.
Vinnuhúsið hevur tí góða grund til at finnast at ætlanini.
Uppskotið hækkar vanliga hámarkið fyri uttanlandsfrádrátt úr 48.000 upp í 84.000 krónur og samdøgursfrádráttin úr 120 upp í 210 krónur. Harumframt skulu sosial gjøld í øðrum Norðurlondum aftur lutvíst kunna mótroknast í skattinum.
Hetta hevur avleiðingar. Sambært samanberingini hjá Vinnuhúsinum kann ein føroyingur, sum arbeiðir á landi í Noregi og rindar til NAV, við eini ársløn á 500.000 krónur hava umleið 44.500 krónur meira eftir í 2027 enn ein við somu løn í Føroyum. Tað er munurin eftir skatt og sosial gjøld í hesum døminum – ikki skattalættin frá uppskotinum einsamøllum.
Sjálvandi skulu føroyingar frítt kunna arbeiða uttanlands. Tað gevur royndir, førleikar og inntøkur, sum eisini kunnu koma føroyskum familjum og samfelagnum til góðar. Eingin eigur at lastast fyri at taka av einum góðum arbeiðstilboði.
Men skattaskipanin eigur at geva fólki eitt frítt val á javnbjóðis grundarlagi. Tá landsstýrið gevur arbeiði uttanlands serligar skattligar fyrimunir, ávirkar tað kappingina um arbeiðsmegina. Føroyski arbeiðsgevarin skal tá kappast við bæði útlendsku lønina og føroysku skattaskipanina.
Tað mest merkisverda er, at landsstýrið sjálvt viðurkennir trupulleikan. Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at broytingarnar kunnu gera tað meira freistandi at arbeiða uttanlands og truplari hjá føroyskum fyritøkum at manna leys størv.
Samgongan er sostatt ávarað í sínum egna lógaruppskoti.
Vinnupolitikkur eigur at byggja á einfaldar reglur, javnbjóðis kapping og virðing fyri teimum, sum skapa arbeiðspláss. Føroyskar fyritøkur hava ongan sjálvsagdan rætt til bíliga arbeiðsmegi. Tær skulu bjóða sømiligar lønir og góð arbeiðskor. Men tær eiga heldur ikki at fáa verri kappingartreytir við politiskari hjálp.
Vil samgongan gera tað meira lønandi at arbeiða, eigur hon at lækka skattin á arbeiði breitt og innan fyri fíggjarliga haldførar karmar. Tað hevði gagnað bæði løntakarum og vinnu og minkað tørvin á serfrádráttum.
Aksel Johannesen og samgongan eiga at lurta eftir atfinningunum og broyta kós. Føroyar hava tørv á fólki, sum vilja arbeiða, og fyritøkum, sum sleppa at vaksa.
Tað skal loysa seg best at fara til arbeiðis í Føroyum.
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



