Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Tónleikur

Kendi hardrockbólkurin Wolfgang gevur nýggja heildarútgávu út 17. apríl.

Á útgávuni eru 11 løg fylt við anganum av hørðum rokki, sveittandi gittarfingrum og ljóðinum av eyðkendu rokkrøddini hjá Einari Jacobsen, ið sker sum heitur knívur gjøgnum bleytt smør í ljóðmyndini.

Í samband við útgávuna er nú annað staklagið, A Miracle Tonight, til taks á alnótini. Fyrr í ár kom eisini fyrsta staklagið, Flames of evil, út.

Í samband við útgávuna fer bólkurin at spæla runt í Føroyum í apríl mánaða. Hóskvøldið 16. apríl í Dansistovuni í Sørvági, fríggjakvøldið 17. apríl verður útgávukonsert Blábar í Tórshavn og so leygarkvøldið 18. apríl á stóru rokkkonsertini Tungt í Salt í Salt á Drelnesi.

Danski rokkbólkurin, Bloody Dice, við føroyska sangaranum Dagfinn Joensen á odda, fer at spæla saman við Wolfgang til tær tríggjar konsertirnar.

A Miracle Tonight - Lurta her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #