Hagstovan: Yvir trýss prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har tað nú búgva yvir 23.700 fólk. Næststørsti fólkavøksturin var í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar og Nes kommunu.
Aðrar kommunur við munandi fólkavøkstri vóru Eysturkommuna, har fólkatalið serliga vaks í Norðragøtu, umframt Sunda og Vestmanna kommuna.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyrar kommunu, har tað minkaði eins nógv á Tvøroyri, í Trongisvági og Ørðavíkslíð.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mai 2025 og 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



