Ikki er alt gull, ið glitrar, sum orðatakið sigur frá. Nú Bakkafrost er so "frammaliga" við hálvari milliard til gransking og menning, er nokk vert at gera vart við, at henda ógvusliga upphædd ikki ger mun í Skotlandi í alibrúkinum í East Tarbert Bay við alibrúkini Argyll & Bute.
Fyri vikuteljingin vika 13, frá 23.mars, er Bakkafrost ovast á topp 10 listanum við 4,2 lús fyri alifiskin, meðan onnur alibrúk hava frá 3,09 og niður til 1,16 lús. Men hinvegn skal so eisini sigast at onnur alibrúk hjá Bakkafrost m.a. við Eughlam og Kyles Vuia eru niðri á 0,8 og 0,57 lús fyri fiskin.
At laksaalingin ikki hevur minsta feril av burðardyggari vinnu, man nokk verða flestum greitt.
Havumhvørvisdálkingin er sera ógvuslig, serstakliga á firum og sundum, og árinið á onnur djór m.a. hummara og seið gevur somu ábendingar. Ránsveiðan eftir pelagiskum fiski, ið var betur farin beinleiðis sum mannaføði og føði annars til havsins súðdjór og fugl, hevur eisini ført við sær álvarsama hóttan á villa atlantslaksin, ið er komin niður á 25% av stovninum. Fyri árum síðan var stovnurin mettur til 50% og reyðlistaður sum oyðingarhótt djór. Við verandi álvarsligu støðu kann roknast við at hesin framúr atlantsfiskur heilt verður avoyddur. Alivinnan kann tí sjálvsagt á ongan hátt skoðast sum ein burðardygg vinnugrein.
Við stórbroytingum í havumhvørvinum orsaka veðurlagsbroytingar skal nokk roknast við at tað eru fá ár eftir til alivinnan verður søga. Tá ber til at leggja um til góðsking av pelagiska fiskinum til mannaføði til heimabrúk og útflutning, og við tí hópin av nýggjum arbeiðsplássum, ið ikki nerva havsins umhvørvið og lívfrøðiliga margfeldni.
Kári Thomsen
Yvirlitið sæst: trýst her
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



