Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen
Lesarin skrivar

Meðan heimsins eygu í ræðslu líða á tey brotsverk, ið dagliga verða framd í Gaza, á Vestara Áarbakka og í Libanon, velja føroyskir politikarar og vinnulívsfólk í dag, at seta seg við borðið til Jerusalem Prayer Breakfast á Hotel Føroyar. 

Samhugi við Palestina fordømir hendan fundin harðliga. At halda eina slíka vælsignilsisveitslu, samstundis sum Ísrael fremur fólkamorð og herjar á grannalond síni, er ikki bara politiskur blindleiki – tað er moralskt forfall.

Ein pallur fyri ekstremismu og fíggjarligum fyrimuni.

Tað er ræðandi at síggja skránna fyri tiltakið og tey fólkini, ið luttaka:

• Michelle Bachmann: Ein av teimum mest víðgongdu stuðlunum hjá Donald Trump og harðrenda politikkinum hjá Ísrael, ein predikantur sum tulkar Guðs orð til frama fyri hópdráp og píning.

• Regin Jacobsen (Bakkafrost): Tað er ein stór skomm, at stjórin í okkara størstu fyritøku vindur ísraelska flaggið á stong og velur at luttaka, samstundis sum Bakkafrost hevur økt sína sølu til Ísrael. 

At vinna pening upp á ein stat, ið er skuldsettur fyri fólkamorð, er at seta kapital fram um menniskjalív.

• Sjúrður Skaale & Jenis av Rana: At fólkavaldir politikarar brúka sína støðu til at legitimera eina hernaðarmakt, ið brýtur altjóða lóg dagliga, er óhoyrt og má halda uppat. Tað vísir ein totalan mangul upp á samkenslu við tey túsundtals sivilu, ið verða dripin í Palestina og Libanon.

Meðan tit biðja, falla bumburnar!

Tað er einki heilagt við einum morgunmatarfundi, ið hyggur burtur frá veruleikanum:

1. Gaza: Tíggjutúsundtals børn og sivil eru dripin í einum ætlaðum fólkamorði.

2. Vestari Áarbakki: Ísraelsk hernaðarátøk og ólógligar búsetingar kúga palestinska fólkið.

3. Libanon: Teppibombingarnar av Libanon vísa, at ísraelska hernaðarmaskinan onga virðing hevur fyri landamørkum ella mannalívum.

Krav um ábyrgd:

Vit í Samhugi við Palestina krevja, at føroyska samfelagið vaknar. Vit kunnu ikki lata sum um, at hetta er eitt vanligt átrúnaðarligt tiltak. 

Hetta er politisk propaganda, ið skal fjala yvir blóðugu veruleikarnar í Miðeystri.

Vit heita á allar luttakarar um at sýna menniskjasinni og taka seg úr tiltakinum! 

Vit krevja eisini, at Bakkafrost og aðrar fyritøkur fylgja altjóða tilmælum og steðga øllum samstarvi við ein stat, ið fremur apartheid og fólkamorð.

Skomm fái teimum, ið biðja fyri friði, men fíggja og stuðla krígnum og drápið av túsundtals ósekum menniskjum.

Vegna Samhugi við Palestina

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #