Sangbólkurin Zamar gevur í hesum døgum út vakra jólasangin „Jólakvøld“. Í bólkinum eru Eyðun Jacobsen, Birgit Nónklett Hansen, Kristina Nónklett Hansen og Heidi Nónklett Andersen.
Í sanginum fellur kavin stillisliga millum hjall og fjós, jólaljósini lýsa í gluggunum, og børnini dansa av gleði, tá tey finna pakkan, tey hava ynskt sær.
Í niðurlagnum verður gleðin til eitt ynski um, at øll kring heimin mugu fáa at kenna sama kærleika og somu jólagleði.
Eisini minnir sangurin okkum á tey, ið sita einsamøll og sakna eina hond at halda í. Ein vitjan ella ein innbjóðing kann gera stóran mun hjá teimum sum situr einsamøll.
„Jólakvøld“ er upprunaliga ein svenskur sangur. Anders Djup hevur skrivað orðini og gjørt lagið, og Edmund Williamsson hevur týtt sangin til føroyskt.
Tónleikurin er innspældur í Daywind Studio í Nashville, har dugnaligir tónleikarar geva sanginum ein vakran og inniligan dám. Røddirnar eru sungnar inn í upptøkuhølunum hjá Erik Biskopstø, sum eisini hevur ljóðblandað og mastrað sangin.
Sangurin kemur eisini út á stroymingtænastunar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



