Listastovan: Leygardagin 4. apríl verður hátíðarhildið, at 10 ár eru liðin, síðan fyrstu tónarnir ljómaðu í Listastovuni í Miðvági. Tað var 1. apríl 2016, at Lena og Niclas stóðu á pallinum og settu hol á tað, sum síðani hevur ment seg til ein heilt serligan pall á føroyska tónleikapallinum – og ein týðandi part av mentanarlívinum í Vágum.
Síðani tá er nógv hent. Listastovan er vorðin nógv meira enn eitt spælistað. Við sínum intimu kørmum og serliga samleika hevur hon givið rúm fyri nærveru og dygd – ein pallur, har tónleikurin sleppur at anda, og har upplivingin kemur heilt tætt upp at teimum sum lurta. Tað er eisini hetta, sum hevur gjørt, at bæði tónleikarar og áhoyrarar venda aftur – aftur og aftur.
Hesi 10 árini eru ikki komin av sær sjálvum. Tey eru borin fram av sjálvbodnum arbeiði, eldsálum og einum greiðum vilja um at skapa nakað, sum hevur týdning. Nakað, sum bæði hevur virði lokalt – men sum eisini hevur sett sítt spor í føroyska tónleikalívinum sum heild. Í tøttum samstarvi við Vága kommunu eru karmarnir mentir, men innihaldið hevur altíð verið borið fram av fólki, sum vilja skapa upplivingar – og skapa nakað saman.
Leygardagin verður rundi dagurin hátíðarhildin við einum degi, sum fevnir breitt – júst sum Listastovan sjálv.
Seinnapartin kl. 13 verður Ævintýraferðin við Dánjali og Búa, har børnini verða boðin við á eina hugnaliga løtu við søgum og tónleiki. Sjálvandi bjóða vit eisini okkurt leskiligt.
Um kvøldið frá kl. 19 byrja vit við eini móttøku við munnbitum og boblum, og síðani heldur kvøldið fram við hugleiðingum og tónleiki. Á skránni er m.a. at Albert Ellefsen, býráðslimur ber fram eina heilsan til Listastovuna, og hugleiðingar frá Una Leitisstein Hansen, at framføra koma Dorthea Højgaard Dam, Lena og Niclas og Sámal Ravnsfjall.
Og júst tað, at Lena og Niclas aftur standa á pallinum hetta kvøldið – 10 ár eftir fyrstu konsertina – setur ein serligan dám á dagin.
Hetta er ein hátíðarløta. Men tað er eisini ein tøkk. Til øll tey, sum hava verið partur av ferðini – tónleikarar, sjálvboðin, stuðlar, samstarvspartar og ikki minst áhoyrarar, sum hava fylt rúmið við lívi.
Samstundis er hetta eisini ein áminning: mentan kemur ikki av sær sjálvum. Hon verður skapað, borin fram og ment – og krevur tað bæði vilja og karmar. Listastovan er eitt livandi prógv um, hvat ber til, tá tað eydnast.
Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum.
Barnatiltakið og kvøldartiltakið er ókeypis. Men um kvøldið verður møguligt at keypa okkurt at drekkað. Opið verður til á midnátt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



