Ríðisambandið: Okkum kunnugt er Yrsa Halsdóttir Djurhuus fyrsti føroyingur, sum kappast á stóru íslendsku rossastevnuni, Landsmót Hestamanna, sum verður hildin á Hólum í Íslandi í døgunum 5. til 11. juli.
Yrsa arbeiðir á garðinum hjá Súsonnu Sand Ólafsdóttir, sum nógvir føroyingar kenna í rossahøpi. Yrsa fór í praktikk hjá Súsonnu í 9. flokki í 2025, og so skjótt, hon var liðug við 9. flokk, gekk leiðin beinleiðis yvir aftur til Íslands, har hon stórt sæð hevur verið síðani. Hon arbeiðir við at venja og passa nógv ymisk ross, og so hevur hon eisini verið við í ymiskum kappingar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



