Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Vinna

TAKS: TAKS hevur nú gjørt upp, hvussu eftirlitsarbeiðið hjá stovninum hilnaðist í 2025. Úrslitið vísir, at nógv er 
komið burturúr. Til samans varð komið fram á 171 milliónir krónur, sum ikki vórðu uppgivnar í skatti í 
2025.

Úrslitið gevur landskassanum 74 milliónir krónur í meirinntøku
Hjá feløgum vórðu gjørdar hækkingar í skattskyldigari inntøku upp á til samans 96 milliónir krónur. Hjá 
privatpersónum var talan um 27 milliónir krónur.

Harumframt vórðu gjørdar hækkingar upp á 34 
milliónir krónur í skattskyldigari kapitalvinningsinntøku hjá bæði feløgum og privatpersónum.

Rættingar í meirvirðisgjaldi og tolli vóru upp á 13 milliónir krónur. Aftur at hesum komu rættingar í 
rentustuðli, ferðastuðli og øðrum upp á 1 millión krónur.

Harumframt hevur TAKS í 2025 lagt hald á rúsevni, sum eru mett at hava eitt virði á 25 milliónir krónur.

Fyri tað mesta er talan um hassj og marihuana, kokain og amfetamin, umframt steroidir.

Eitt væl skipað og nútímans eftirlit er neyðugt
– Rættingar fyri 171 milliónir krónur ljóðar av nógvum og er oman fyri miðal seinastu árini. Vit síggja, at 
vinnulívið í Føroyum er vorðið meira samansett og torgreitt, og tað merkir eisini, at vit oftari enn áður 
koma fram á stór mál, har rættingar eru upp á fleiri milliónir krónur. Í 2025 vóru aftur stórar rættingar 
hjá feløgum. Hetta vísir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at TAKS hevur eitt væl skipað og nútímans 
eftirlit, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.

Hvørt ár ger TAKS eina ætlan fyri eftirlitsarbeiðið, sum arbeitt verður eftir. Kortini er trupult at meta um 
frammanundan, hvat arbeiðið fer at kasta av sær, tí tað veldst nógv um, hvat kemur undan kavi í 
teimum einstøku málunum       

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #