SámalSunnudag: Landsstýris-effektin er ein fatan av, at um politikarar koma í Landsstýrið, fáa teir eina størri eksponering og kunnu tí sannlíkt fáa eitt enn betri úrslit komandi val. Men hendan effektin vísir seg at vera svikalig. Á løgtingsvalinum 26. mars ruku trý landsstýrisfólk úr Løgtinginum.
Sigast má, at tað er misjavnt, hvussu landsstýris-effektin virkar. Løgmaður Aksel V. Johannesen fór frá 1958 til 1114 atkvøður - eitt stórt misálit. At hansara gongd speglar ta hjá Javnaðarflokkinum sum heild, er sjálvsagt. Men hann hevur eisini verið við í fleiri politiskum skuggaspølum seinastu árini, og tað máar av álitinum. Hinvegin fór Ruth Vang frá 978 til 992 atkvøður - eitt ávíst herðaklapp fyri sína strongu fíggjarpolitisku linju.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



