Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell
Mentan

(savnsmynd)

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Mentanargrunnur Landsins: Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita 19 verkætlanum stuðul við einari samlaði stuðulsupphædd á 1,7 mió. kr.

Hesa ferð komu 33 umsóknir inn, og søkt varð um 6,6 mió. kr. tilsamans.

Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.

Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.

Samlaða filmsjáttanin fyri 2026 eru 6,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.

Til stuðulsumfarið Film II. 2026 er avgjørt at veita hesum 19 filmsverkætlanunum stuðul:

Umsøkjari

Verkætlanarheiti

Slag av filmi

Játtað upphædd, kr.

Bloom v/ Lucas Frayssinet

Gøtubrá

Sendirøð

180.000

Júst so v/ Gorm Just

$elfie

Skemtirøð

80.000

KOVBOY FILM sp/f v/ Michael Koba

Tá heimurin var størri

Listarfilmur

50.000

Nadia Barbara Abrahamsen

Scener efter et selvmord

Stuttfilmur

10.000

Outlier Projects v/ Jón Hammer

Elski at hata

Stuttfilmur

90.000

Outlier Projects v/ Jón Hammer

Vøllir

Heimildarfilmur

90.000

Outlier Projects v/ Jón Hammer

Kvirra

Heimildarfilmur

190.000

Outlier Projects v/ Jón Hammer

No Rest for the Wicked

Spælifilmur

50.000

Filmsvirkið v/ Barbaru Lervig

Holding Hands

Heimildarfilmur

60.000

Rvh Productions v/ Rúnu V. Højgaard

Menniskja

Heimildarfilmur

50.000

Tóki Jansson

Tann fitta náttina

Animatiónsfilmur

10.000

Filmsvirkið v/ Barbaru Lervig

Eydna - Veiki vongurin

Animatiónsfilmur

90.000

Marianna Mørkøre

Áarmót

Listarfilmur

40.000

Symphor Film ÍVF v/ Franklin Symphor Henriksen

Apokalipsis #1 (FO)

Stuttfilmur

90.000

GRÓ Studios v/ Torfinni Jákupsson

Tinganes

Sendirøð

350.000

RVH Productions v/ Rúnu V. Højgaard

Anomali: The Kingdom Paradox / FRÁVIK: Ein ríkismótsøgn

Heimildarfilmur

30.000

Maria Winther Olsen

HOTELLIÐ

Heimildarfilmur

86.000

Búi Egason Dam

Varskógvarin

Heimildarfilmur

80.000

Jens L. Thomsen

Ættartap (Generation Loss)

Novellufilmur

50.000

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #