Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman soleiðis at tey sum veruligani hava brúk fyri hjálpini fáa hana
- Rósa Samuelsen
Onnur tíðindi

Hagstovan: Við ársbyrjan 2026 vóru 19.886 húski í Føroyum.

Tað er 283 fleiri enn fyri einum ári síðani og 2.825 fleiri enn fyri tíggju árum síðani.

Í sama tíggju ára tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við 5.884 fólkum. 

Í góðum fjórða hvørjum húski - í tali 5.472 húski - býr ein vaksin. Hetta er størsti húskisbólkur. Av teimum 2.825 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, er um helvtin av teimum støk húski. 

Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húskisbólkurin tvey vaksin uttan børn. Við ársbyrjan vóru tey góð 5.000 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. 

Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum. Í knappliga tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.

Í miðal eru beint undir trý fólk í hvørjum húski, og er tað nakað tað sama, sum fyri tíggju árum síðani. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #