SámalSunnudag: Í farnu viku skipaði Sjúrður Skaale fyri kjaktiltøkum við luttøku frá Bjørn Brandenborg og Frederik Vad, ið báðir eru sosialdemokratiskir fólkatingslimir, m.a. Í Varpinum í Klaksvík. Eftir tiltakið skrivaði Sjúrður nakrar niðurstøður á sín Facebook-vanga, ið eg her endurgevi:
-
Eitt samfelag er annað og meira enn ein arbeiðsmarknaður. Vit eru fyrst og fremst ein tjóð, sum hongur saman, tí vit hava felags mál, mentan og virði.
-
Moderat tilflyting er góð og gagnlig og neyðug. Ov stór tilflyting til marknaðin kann hótta samanhangsmegina í samfelagnum. Tað kann hava avleiðingar, sum ikki kunnu rættast aftur.
-
Tað hevur týdning hvaðani útlendingar koma. Summar mentanir eru lættari at integrera við okkara enn aðrar.
-
Politiskt atgerðarloysi hevur verið sera dýrt og skaðiligt fyri nøkur lond. Tey eru endað í eini støðu, sum eingin er glaður fyri, og sum eingin hevur ynskt.
-
Føroyar eru heilt fantastiska væl fyri í mun til onnur lond. Vit kunnu taka avgerðir fyri at verja samfelagið, sum onnur ikki longur hava møguleika at taka.
-
Tað ræður um at gera greiðar karmar og seta greið krøv áðrenn fólk koma. Júst sum mann setir ferðsluljós upp og málar strikur á vegin áðrenn bilarnir sleppa at koyra.
Eri stórt sæð samdur við øllum hesum niðurstøðunum, men vil útgreina tær eitt sindur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



